Í farnu viku tók oljuprísurin veruligt dik á seg og vaks við 27%. Fíggjakvøldið náddi hann 92,88 dollarum. Men í seinastu nátt var hann eitt stutt skifti 119 dollarar fyri síðani at lækka aftur til 107 dollarar. Tað er hægsti prísur síðani 2022.
Orsøkin til hækkingina er kríggið í Miðeystri og fyrst og fremst støðan í Hormuzsundinum, har Iran hevur hótt við at seta eld á øll skip, sum ætla sær gjøgnum sundið. Tað hevur fingið stóru tangaskipini at kasta akkerð. Tryggingargjøldini eru so eisini farin upp í loft.
Amerikanski forsetin Donald Trump sigur, at talan er bara um ein fyribils høgan prís, tí tá tað er eydnast at jarðleggja iransku hóttaninar um at fáa sær kjarnorkuvápn, fer prísurin aftur at lækka. Fólk, sum síggja støðuna øðrvísi, eru tápulingar.
Tað eru tó greinarar, sum als ikki eru samdir við honum í hesum. Eitt nú Ole Hvalbye frá SEB í Norra. Hann heldur sambært E24, at høgi prísurin fer at standa við og sigur, at talan er um eina “svakliga” gongd. At prísurin er lækkaður nakað aftur í morgun kemst av úttalilsum frá G7 londunum.
![]()
Støðan í Miðeystri er vorðin uppaftur meira álvarslig, eftir at USA og Ísrael hava bumbað fleiri iranskar oljustøðir. Tað hevur fingið Iran at hótta við at leypa á oljustøðir í grannalondunum, har USA eisini hevur herstøðir.
Ein talsmaður fyri iransku stjórnina sigur sambært The Guardian, at um USA og Ísrael halda seg kunna tola ein oljuprís uppá 200 dollarar, so skulu tey bara halda fram við áganginum. Støðan er vorðin nógv verri enn marknaðurin hevur gáað um, og fleiri av oljuframleiðandi londunum hótta nú við heilt at steðga framleiðsluni, nú tey ikki sleppa av við sína olju, tí Hormuzsundið er so gott sum stongt.
Hóast tað skuldi komið hartil, at friður aftur bleiv í økinum, so fer tað at taka drúgva tíð at fáa framleiðsluna í gongd aftur.
Stóri óttin botnar í, um kríggið fer at vara leingi aftrat. Tað ber til at liva við einum oljuprísi í nakrar dagar omanfyri 100 dollarum, men um hann stendur við kann hann skjótt fara upp á 150 dollarar fyri tunnuna.
Greinarar minna annars á, at tað kann fáa álvarsligar fylgur fyri Trump forseta til miðvalini seinni í ár, um hann ikki fær bilbukt við høga oljuprísinum. Hann hevur fyrr sagt, at tað fór at taka 30 dagar at vinna á Iran, men nú vísir tað seg, at bæði USA og Ísrael hava fullkomiliga undirmett hernaðarligu styrkina hjá Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald