Tað er netverkið "Varandi Vinna” undir Vinnuhúsinum, sum skipar fyri politiskum valfundi hósdagin 12. mars kl. 15-17 um grøna orkuskiftið. Í kunningini um fundin verður m.a. sagt.
- Privata vinnan, sum eigur ein stóran part av orkunýtsluni í Føroyum, hevur leingi víst á týdningin av einum skjótum, effektivum og vælskipaðum orkuskifti. Í dag er støðan tó, at grøna orkuskiftið er steðgað upp. Hetta ger tað torført hjá fyritøkum at kappast við fyritøkur í londum, har atgongdin til grøna orku er trygg og óavmarkað.
Orkuskiftið fær ikki neyðugu ferðina, uttan at privata vinnan gerst ein virkin partur av gongdini. Men seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at vinnan ikki sleppur framat, siga stigtakararnir til valfundin.
Spurt verður tí: Hvussu tryggja vit, at vinnan gerst ein virkin partur av loysnini?
Ljós verður varpað á:
• politiska raðfesting
• fløskuhálsar í orkuskiftinum
• skjótastu og bíligastu leiðina fram
• leiklutin hjá privatu vinnuni
Tiltakið er alment.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald