Uttanlands

Londini í IEA lata upp fyri oljugoymslunum

Støðan í Miðeystri er so mikið álvarslig, at altjóða orkustovnurin IEA hevur avgjørt at lata 400 mió. tunnur av oljugoymslunum hjá limalondunum út á marknaðin

2026-03-12 08:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta upplýsir stovnurin, nú hann metir avleiðingarnar av krígnum í Miðeystri og støðuna í Hormuz sundinum vera so mikið álvarsligar fyri heimsbúskapin, at okkurt heilt kollveltandi má gerast.

Og tí fara tey 32 londini, sum eru partur av IEA at lata størstu nøgdina av oljuni í goysmlunum út á marknaðin nakrantíð.

Hetta fer tó ikki at røkka langt, um so er, at kríggið heldur fram í longri tíð. Iran hóttir framhaldandi skipaferðsluni í Persiska flógvanum við at leggja minur út og at skjóta rakettir eftir skipum.

Keldur siga, at nøgdin, sum IEA vil lata út á marknaðin er tó ein stokkuttur hiti, tí tær vara bara í nakrar fáar dagar. Prísurin á oljuni, sum eitt skifti var 120 dollarar fyri tunnuna er í løtuni niðri á góðum 92 dollarum.

Hóast avgerðina hjá IEA so heldur kríggið fram og stórur ótti er fyri støðuni í Hormuz sundinum, sum er ein høvuðsæðrin fyri flutningi av olju í heiminum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder