Jan Müller, Oslo
Kríggið í Miðeystri kundi fingið stórar avleiðingar fyri útbyggingina av Rosebank oljukelduni eystan fyri Føroyar. Men so skuldi ikki verða. Tí tað eydnaðist reiðaríinum Altera at fáa stóra framleiðsluskipið, “Petrojarl Rosebank”, sum hevur verið á skipasmiðju í Dubai seinastu trý árini, út úr Persaraflógvanum beint áðrenn kríggið brast á. Skipið er í løtuni nærhendis Madagasgar við kós móti Norðsjónum. Tað er væntandi á leiðirnar við Føroyar tíðliga í summar.
![]()
Skipið, sum hevur verið í tænastu síðani 2014, er umvælt og nútímansgjørt í Dubai og er gjørt klárt til at vera elektrifiserað tvs. at framleiðslan umborð kann vera rikin við elorku heldur enn gassi. Hetta fyri at minka um útlátið mest møguligt. Her verður so møguleiki at veita streym frá vindmyllum á landi ella til havs.
Av tí at skipið kemur at liggja so mikið tætt við Føroyar kann tað møguliga hugsast - verður vindmylnulund bygd til havs við Føroyar - at ein slík kann veita streym til Rosebank? Aðrir møguleikar er at fáa streymin frá vindmyllum á landi í Hetlandi ella frá havvindmyllulund í økinum við Hetland.
Tað er nýggja felagið Adura, sum er eitt samstarv millum Equinor og Shell, ið stendur fyri útbyggingini av kelduni. Í løtuni verður bíðað eftir endaligari góðkenning frá bretskum myndugleikum av verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald