Uttanlands

Trygdin í Evropa er treytað av norskari orkuframleiðslu

Evropeiska kontinentið er fullkomiliga treytað av norsku orkuframleiðsluni, og vinnan á norska landgrunninum fyrireikar seg tí til framtíðina. Noreg og Evropa hava tørv á hvørjum øðrum

2026-03-13 10:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller, Oslo
Hetta eru nakrir av týðandi boðskapunum á árligu ráðstevnuni hjá meginfelagnum innan norska orkuvinnu, “Offshore Norge”, sum verður hildin í Oslo. Felagið hevur valt at varpa ljós á ta nógv broyttu støðuna serstakliga í Evropa, eftir russisku innrásina í Ukraina og nú eisini kríggið í Miðeystri. Hesi eru ein álvarslig hóttan móti orkutrygdini í Evropa, og tí ynskir norska vinnan við stuðuli frá politisku skipanini at raðfesta framleiðsluna av olju og gassi á norska landgrunninum.

Felagið metir málið hava so stóran týdning ikki einans fyri Norra men fyri allan Vesturheimin, at framstandandi politikarar eru við til at mynda ráðstevnuna, eitt nú forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre og orkuráðharrin Terje Aasland. Teir høvdu báðir framløgur eins og framstandandi andstøðupolitikarar. Umboðini fyri andstøðuflokkarnar eru Sylvi Listhaug, forkvinna í Framburðsflokkinum, Ine Eriksen Søreide, forkvinna í Høgra og Trygve Slagsvold Vedum, formaður í Senterflokkinum. Vinnan er eisini væl umboðað á ráðstevnuni við m.a. sjálvum skiparanum á norska orkuflaggskipinum, Equinor, Anders Opedal.

Føroyar umboðaðar á orkuráðstevnu í Norra

Tá árliga orkuráðstevnan hjá norska meginvinnufelagnum Offshore Norge varð sett hósmorgunin við luttøku av hundraðtals politikarum og vinnulívsfólki var eisini eitt umboð úr Føroyum, nevniliga stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller. Hann ynskir við síni luttøku at kunna fylgja við og fáa innlit í seinastu gongdina á orkuøkinum í Norra og Evropa sum heild, her serstakliga spurningin um týdningin, sum olja og gass hava í framtíðar orkusamansetingini og hvussu hesi eru við til at verja orkutrygdina í Evropa. Ein spurningur, sum stjórin í FOÍB takur upp á ráðstevnuni er eisini, hvussu einar framtíðar Føroyar møguliga kunnu vera partur av royndunum at verja orkutrygdina í Evropa.

Í setanarrøðu síni segði stjórin í Offshore Norge, Hildegunn Blindheim m.a., at heimurin, soleiðis sum vit kendu hann fyri bara fáum mánaðum síðani, er broyttur. Gamlar samgongur, alliansur og sambond rilla og nýggj verða skapt. Í okkara parti av heiminum hava umstøðurnar ført Evropa tættari saman segði hon og helt fram:

- Grundarlagið er dapurt, men tað er eisini ein týðandi áminning um leiklutin hjá offshore-vinnunum. Ábyrgdin at veita orku, samstundis sum arbeiðið við at fyrireika seg til framtíðina hevur ongantíð verið meira týðandi.

Hon spurdi, hvat Evropa hugsar nú? Um samgongur og sambond, handil og orku. Til tess at umrøða slíkar spurningar hevði Offshore Norge boðið Marko Mihkelson, sum er formaður í uttanlandsnevndini í estiska parlamentinum, at hava framløgu. Hann er ein hvassur kritikari av Russlandi og er virkin í kjakinum í Evropa. Mihkelson hevur bakgrund sum journalistur, og hann hevur skrivað fleiri bøkur um ágangin úr Russlandi.

Hildegunn Blindheim vísti á, at tað trygdarpolitiska landslagið er eisini í broyting í Evropa og samstundis í Noregi. Hvat merkir hetta, og hvussu stórur er í veruleikanum vandin fyri okkum? Til tess at greina hesa støðuna var Kristin Ven Bruusgaard, sum er leiðari fyri fregnartænastuskúlan hjá E-tænastuni, boðin at luttaka. Hon var næstforkvinna í norsku verjukommisjónini og segði frá sínum sjónarmiðjum.

Ársfundurin hjá Offshore Norge, sum verður vitjaður av fleiri hundrað politikarum og vinnulívsfólki, hevur fingið heitið «Kontinental» og snýr seg um, hvussu meginlandið, kontinentið er fullkomiliga er vorðið treytað og bundið av norsku orkuframleiðsluni, og um hvussu norski landgrunnurin fyrireikar seg til framtíðina. Hvussu Noreg og Evropa hava tørv á hvørjum øðrum.

Týðandi politikarar og vinnulívsfólk vóru partur av ráðstevnuni í Oslo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder