Uttanlands

USA tekur av sanktiónir móti Russlandi

Í ein mánaða sleppa russisk tangaskip á marknaðin við olju

2026-03-13 13:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur avgjørt at taka av sanktiónir móti russiskari olju í ein mánað.

Hetta fevnir tó bert um skip, sum longu hava olju í lastini.

Orsøkin til avgerðina er, at fáa meira olju á marknaðin fyri harvið at kunna lækka prísin, nú stongsulin av Hormuz-sundinum forðar fyri, at stórar nøgdir av olju kunnu koma á marknaðin.

Avgerðin kemur sera illa við í Evropa, sum sær hana sum eina roynd at sáa split millum lond í Evropa.

Leiðslan í ES sigur, at avgerðin at lyfta sanktiónir móti russiskum tangaskipum, er við til at styrkja russisku støðuna í Ukraina.

Trump svarar aftur og sigur, at sølan av oljuni fer ikki at hava stórvegis ávirkan og leggur dent á, at hon bara verður galdandi í ein mánað.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder