Innanlands

Grøna orkuskiftið á breddanum

Samstarvið millum vinnuna, Sev og myndugleikarnar er ikki nøktandi, og tað kann vera ein orsøk til, at tað gongur so seint at fremja grøna orkuskiftið varð ein av niðurstøðunum á kjakfundi í Vinnuhúsinum.

2026-03-18 17:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Hósdagin 12. mars skipaði netverkið Varandi Vinna fyri almennum valfundi í Vinnuhúsinum, har valevni úr øllum politisku flokkunum luttóku í kjaki um, hvussu meira ferð kann setast á framleiðsluna av varandi orku í Føroyum. Málið verður viðgjørt á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. 

[object Object]

Yvirskipaði spurningurin á fundinum var, hví tað gongur so seint at fremja grøna orkuskiftið, tá ið breið semja er um, at tað eigur at hava høga raðfesting.

Á fundinum varð dentur lagdur á, at grøna orkuskiftið gevur bæði fíggjarliga og umhvørvisliga meining. Samstundis er tað ein fortreyt fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu vera kappingarførar í framtíðini. Kortini tykist gongdin í dag at vera ov sein. Almenna útbyggingarætlanin heldur ikki, og samstundis fáa privat átøk ikki neyðugu loyvini at fara í gongd.

[object Object]

Í kjakinum varð víst á fleiri orsakir til støðuna. Millum annað varð nevnt, at samstarvið millum vinnuna, Sev og myndugleikarnar ikki er nøktandi. Eisini vórðu verandi orkukarmar og arbeiðsgongdir tiknar fram sum ein avbjóðing.

Víst varð á, at arbeiðsgongdirnar og ambitiónirnar ikki samsvara. Í dag kann tað taka í miðal 8 til 12 ár frá tí, at ein verkætlan verður sett í gongd, til ein vindmylla melur. Tí er neyðugt at arbeiða við fleiri sporum samstundis og at skapa greiðari og skjótari karmar um nýggjar verkætlanir.

Føroyar hava ikki óavmarkaða atgongd til øki, sum kunnu nýtast til orkuframleiðslu. Tí er umráðandi, at grøna orkuskiftið verður skipað bæði skilagott og effektivt, so mest møguligt fæst burtur úr hvørjari íløgu og hvørjum einstøkum staði.

Eisini varð víst á, at vinnan, sum stendur fyri meginpartinum av orkunýtsluni, má takast við upp á ráð, tá ið orkukarmar og útbyggingarætlanir verða lagdar. Talan er um stórar íløgur, og tí er neyðugt at virkja privatan kapital, um ferð skal fáast á menningina.

[object Object]

Áhugin fyri valfundinum var góður, og áhoyrarar høvdu eisini møguleika at seta spurningar til valevnini. Orðstýrari var Óluva Zachariasen.

Nú ber til at síggja upptøkurnar frá valfundinum, sum Varandi Vinna skipaði fyri um grøna orkuskiftið hósdagin 12. mars

Upptøkurnar frá valfundinum síggjast her:

https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/groena-orkuskiftid-a-breddanum?_sc=NDc1ODQ1NSMyMTE%3D

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder