Uttanlands

Stórur áhugi fyri oljuvirksemi við Føroyar

Ætlanir eru at útbyggja tríggjar olju- og gasskeldur eystan fyri Føroyar. Bíðað verður nú eftir, at bretska stjórnin skal geva endaligu loyvini. 

Framleiðsluskipið

Framleiðsluskipið "Petrojarl Rosebank" slapp úr Persaraflógvanum beint undan krígnum og er nú ávegis móti leiðunum eystan fyri Føroyar, har tað skal taka ímóti fyrstu oljuni seinni í ár.

2026-03-19 14:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Orkufelagið Ithaca Energy boðar nú frá, at tað fyrireikar seg til at taka endaliga íløguavgerð og  senda myndugleikunum umsókn til útbygging av stóru olju- og gasskelduni Cambo stutt frá føroyska markinum.

Í fjør løgdu Ithaca og italska orkufelagið ENI saman ognir sínar í bretska partinum av Norðsjónum, og hetta nýggja samtakið stendur nú nógv sterkari til at fara undir eina so stóra útbygging. ENI kemur við bæði fíggjarligari styrki og tøkniligari vitan, sum ger útbyggingina møguliga. Tað telur so eisini við, at Ithaca Energy hevur sera jalig fíggjartøl at vísa á. Kortini rætta feløgini nú eina hond út til onnur orkufeløg og siga, at pláss er fyri øðrum felag eisini at vera partur av útbyggingini av Cambo.

[object Object]Um ikki so langa tíð verður hetta støðan eystan fyri Føroyar, tá framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank kemur á Rosebankleiðina 11 kilometrar úr føroyska markinum. 


Ithaca stendur eisini fyri eini minni gasskeldu í sama øki somuleiðis nær føroyska markinum, nevnd Tornado. Shell, sum nú er partur av nýggja felagnum Adura saman við Equinor,  er eisini partur av hesi kelduni, sum ætlanin nú eisini er at útbyggja og binda í verandi ella komandi infrakervið í økinum. Umframt Cambo og Tornado kemur eisini risastóra Rosebank keldan eystan fyri Føroyar, sum í løtuni bíðar eftir endaligum loyvi til at kunna halda fram við útbyggingini, ið byrjaði í fjør. 


[object Object]Vit síggja tær tríggjar olju- og gasskeldurnar eystan fyri føroyska markið, Rosebank norðast, Cambo í miðjuni og Tornado longur suðuri.


Alt hetta merkir, at fer bretska stjórnin, sum okkurt bendir á, at taka undir við hesum nýggja virkseminum í økinum millum Føroyar og Hetland, so kunnu vit koma at uppliva framleiðslu av olju og gassi frá ikki minni enn trimum keldum komandi árini.

[object Object]Gongst sum ætlað roknar nevndarformaðurin í Ithaca Energy við fyrsta gassinum frá Tornado kelduni eystan fyri markið í 2029, tvs. tvey ár eftir fyrstu oljuframleiðsluni á Rosebank.

Nýggja samtakið "Adura", sum stendur fyri Rosebank saman við Ithaca Energy, hevur boðað frá, at fyrsta framleiðslan á Rosebank kann byrja seinast í hesum árinum. Framleiðsluskipið, Petrojarl Rosebank er ávegis í Norðsjógvin eftir umvælingar og nútímansgerð í Dohar í Persiska Flógvanum. Reiðaríið varð so mikið heppið, at tað herfyri megnaði at fáa skipið úr Dohar, áðrenn Hormuz sundið varð stongt. Hetta ger, at til ber at halda fram við útbyggingarætlanini longu í hesum árinum. Petrojarl Rosebank kemur í skotskan sjógv nærhendis Føroyum í apríl at gera klárt til framleiðsluna seinni í árinum.

[object Object]

Hyggja vit so eftir øðrum møguligum nýggjum olju- og gassvirksemi á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar), so stendur BP til at skula útbyggja risastóru Clair kelduna við enn eini nýggjari framleiðslu, nevnd Clair South. Felagið bíðar í løtuni eftir, hvørja avgerð myndugleikarnir taka í sambandi við Rosebank. Tann avgerðin fer eisini at hava stóra ávirkan á tey feløgini, sum hava fingið leitiloyvi í økinum. Verður grønt ljós givið í næstum til umstríddu Rosebank ætlanina, so kann tað merkja, at lív kemur í fleiri útbyggingar og nýtt leitivirksemi í fleiri førum eystan fyri føroyska markið. 

Ein forðing fyri olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og á Atlantsmótinun,  og sum nú verður roynt at beina fyri, er serskatturin, sum er lagdur á orkufeløg í Bretlandi. Hesin er við til fáa oljufeløg at flýggja av bretska landgrunninum til onnur øki. Nú ljóðar, at stjórnin møguliga fer at broyta skattaskipanina aftur til tess at lata dyrnar uppaftur fyri orkufeløgum, ið ætla at leita og fara undir útbyggingar av oljuleiðum eitt nú eystan fyri Føroyar. 

Bretska stjórnin er undir stórum trýsti, nú kríggini í Ukraina og í Miðeystri, órógva orkuframleiðslu og flutning. Hon verður noydd til at taka bannið móti leiting av eins og geva loyvi til útbyggingar. Ger hon ikki tað er vandi á ferð, tí Bretland hevur tørv á orku í ríkiligt mát siga greinarar.  

Alt hetta hendir samstundis sum flest allir politisku flokkar í Føroyum siga seg vilja hava oljuleiting við Føroyar í gongd aftur. Eftir øllum at døma fara vit tí at síggja eitt ella annað offshore virksemi báðumegin markið millum Føroyar og Bretland komandi árini. 

[object Object]Umboð fyri allar politisku flokkarnar í Føroyum síggja fegin, at oljuleiting tekur seg uppaftur við Føroyar. Her boripallur á Skálafirði. Mynd Ólavur Fredriksen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder