Uttanlands

Vilja tryggja Hormuzsundið og fáa meira olju á marknaðin

Tað siga Stórabretland, Frakland, Týskland, Italia, Niðurlond og Japan í felags fráboðan

Hormuzsundið (Savnsmynd)

Hormuzsundið (Savnsmynd)

2026-03-20 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stórabretland og fimm onnur lond boða í felags fráboðan frá, at tey eru til reiðar at hjálpa við at tryggja skipaferðsluna gjøgnum Hormuzsundið.

Umframt Stórabretland er talan um Frakland, Týskland, Italia, Niðurlond og Japan, skrivar Ritzau.

Í fráboðanini fordøma londini iransk álop á óvápnað skip í Hormuzsundinum, sum í roynd og veru er stongt í kjalarvørrinum á amerikonsku og ísraelsku álopini á Iran. Eisini fordøma londini iransk álop á sivilt undirstøðukervi.

Í fráboðanini fær altjóða orkustovnin IEA fyri at lata upp fyri oljugoymslunum.

Les eisini: Londini í IEA lata upp fyri oljugoymslunum

Eisini siga londini, at tey vilja taka onnur stig fyri at fáa meira olju á marknaðin. M.a. vilja tey samstarva við "framleiðandi lond".

Hvussu hesi londini ætla at tryggja ferðsluna gjøgnum sundið, og hvørji lond ætlanin er at fara undir samstarv við, verður ikki greitt nærri frá.

Fimm skip um dagin
Higartil í marsmánað hava beint undir 100 skip siglt gjøgnum Hormuzsundið, vísa dátur, sum bretski miðilin BBC hevur greinað.

Hetta svarar til, at fimm-seks skip dagliga sigla gjøgnum sundið.

Sostatt er dagliga skipaferðslan gjøgnum sundið minkað umleið 95 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder