Innanlands

Nýggj battarístøð á Sundi reist

Høllin skal hýsa 18 MW battarískipan umframt einum synkronkompensatori, transformarum og 10kV anleggi – Verandi battarískipan á Sundi er 12 MW

(Mynd: Sev)

(Mynd: Sev)

2026-03-21 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 18. mars var reisigildi á nýggju battarístøðini hjá Sev á Sundi, og hetta varð hátíðarhildið saman við umboðum fyri starvsfólk og nevnd hjá Sev.

Høllin skal hýsa 18 MW battarískipan umframt einum synkronkompensatori, transformarum og 10kV anleggi. Verandi battarískipan á Sundi er 12 MW.

Veitararnir í verkætlanini eru SMJ, SNA, LBF, Tangavirkið, Articon og MR-EL.

Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið hjá Sev sigur, sambært heimasíðuni hjá elfelagnum, at nýggja battarístøðin er slóðbrótandi og eitt stig afturat á leiðini móti einum tryggari elneti í Føroyum.

– Vit hava verið noydd til at finna nýggjar loysnir, og fólk koma alla staðni frá fyri at síggja og hoyra um, hvussu vit fáa hetta at fungera við so nógvari óstøðugari orku inni á netinum, segði hann.

Jón Nielsen takkaði samstarvsfelagum og veitarum fyri gott samstarv, og eisini nevnd og leiðslu í Sev fyri at trúgva upp á og bakka upp um verkætlanina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder