Uttanlands

Iran hóttir við at leypa á útlendsk orkuverk

Amerikanski forsetin hóttir við at leypa á iransk kjarnorkuverk, men verða iransk kjarnorkuverk álopin, verða orkuverk aðrastaðni í Miðeystri mett sum lóglig mál hjá Iran, sigur formaðurin í iranska tjóðartinginum

Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

2026-03-22 14:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint í gjárkvøldið gav amerikanski forsetin, Donald Trump Iran 48 tímar til at lata upp Hormuzsundið. Ger Iran ikki tað, fer USA at leypa á iransk kjarnorkuverk.

Men verða iransk kjarnorkuverk álopin, fer Iran at svara aftur við at leypa á týðandi undirstøðukervi og orkuverk aðrastaðni í Miðeystri, sigur formaðurin í iranska tjóðartinginum, Mohammad Baqer Qalibaf sambært Ritzau.

Hormuzsundið hevur, orsakað av vandanum fyri álopum, í roynd og veru verið stongt, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar.

Úr Iran verður sagt, at Hormuzsundið er opið fyri allari skipaferðslu burtsæð frá skipum, sum hava tilknýti til "fíggindar hjá Iran", skrivar Reuters.

Les eisini: Trump: Iran skal lata upp Hormuzsundið innan 48 tímar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder