Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte er sannførdur um, at Hormuzsundið fer at lata uppaftur.
– Eg eri fullkomiliga sannførdur um, at vit fáa hetta gjørt saman, sigur hann í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina Fox News.
Fleiri enn 20 lond - tey flestu av teimum Nato-lond - hava boðað frá, at tey stuðla átøkum, sum kunnu fáa skip trygt gjøgnum sundið.
Les eisini: 20 lond vilja tryggja Hormuzsundið
– Evropeisk sameind og samstarvsfelagar úr øllum heiminum hava seinstu vikurnar tryggjað, at vit standa saman. Tey eru byrjað at leggja ætlanir fyri at síggja, hvat vit sum sameind og samstavrsfelagar hjá USA kunnu gera í felag, sigur Rutte.
Undir krígnum í Miðeystri, sum byrjaði 28. februar, hevur Hormuzsundið í roynd og veru verið stongt orsakað av vandanum fyri álopum.
Umleið ein fimtipartur av allari olju og náttúrugassi í heiminum verður flutt umvegis Hormuzsundið, og hevur kríggið havt við sær vaksandi oljuprísir.
Sambært bretska BBC er skipaferðslan gjøgnum sundið minkað umleið 95 prosent í marsmánað.
Les eisini: Trump: Iran skal lata upp Hormuzsundið innan 48 tímar
Les eisini: Iran hóttir við at leypa á útlendsk orkuverk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald