Norska stjórnin upplýsir í tíðindaskrivi, at hon hevur lagt fram uppskot um at lækka avgjøld á bensin og diesel fyribils.
Avgjaldið á bensin og diesel minkar ávikavist við 4,41 og 2,85 norskum krónum fyri liturin, skrivar Ritzau.
Fyribils lækkingin í avgjaldøum væntast at minka um inntøkurnar hjá norska statinum við 3,3 milliardum norskum krónum, svarandi til umleið 2,2 milliardir í okkara krónum.
Hetta verður galdandi frá 1. apríl til 1. september. Síðani verður lagt upp til, at avgjøldini skulu aftur á núverandi støðið.
Avgerðin kemur í kjalarvørrinum á vaksandi oljuprísum orsakað av krígnum í Miðeystri, sum byrjaði 28. februar.
Les eisini: Svenska stjórnin ætlar at lækka avgjald á bensin og diesel
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald