Fleiri kommunur, virki og húsarhald valdu at sløkkja ljós og eltól leygarkvøldið, tá Earth Hour var markeraður um stóran part av heiminum, og hetta sást aftur í føroysku elframleiðsluni.
Hendan tíman minkaði føroyska elframleiðslan 2,8 MW, skrivar Sev í tíðindaskrivi.
– Veðrið var serstakliga gott hesa løtuna, nærum vindstilli, og tað ávirkaði eisini elframleiðsluna. Tvs. at hóast elframleiðslan var 100% burðardygg um alt landið bæði áðrenn og aftaná Earth Hour, so var hon nærri 50% júst tíma jarðarinnar.
– Í Suðuroy var framleiðslan 100% burðardygg allan leygardagin.
Elfelagið leggur afturat, at elframleiðslan í Suðuroy hevur verið gott 95% burðardygg seinastu sjey dagarnar.
Hetta tíðarskeiðið hevur framleiðslan í meginøkinum hevur verið 86% burðardygg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald