Ársúrslitið hjá Pf. Magn í 2025 gjørdist 26,2 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er ein lækking upp á 11 milliónir krónur sammett við úrslitið í 2024. Sølan tilsamans var 877 milliónir ímóti 933 milliónir krónur í 2024.
Úrslitið í 2025 er verri enn undanfarna ár, og skyldast hetta lækking í bruttoúrslitinum, hækkaðum rakstrarkostnaði og niðurskriving av kapitalpartum í atknýttum fyritøkum. Leiðslan staðfestir í ársfrágreiðingini, at úslitið ikki er nøktandi.
Demich tyngir
Niðurskriving á 7,5 milliónir krónur er gjørd í kapitalpartinum í atknýtta felagnum Pf. Demich. Niðurskrivingin er grundað á, at gongdin í Demich ikki hevur verið nøktandi seinastu árini.
Í árinum, hevur leiðslan í Demich gjørt nógvar tillagingar í felagnum m.a. minkað munandi um rakstrarkostnaðirnar, selt fastogn og minkað um goymslu felagsins. Hesar tillagingar fara væntandi at betra um úrslitið hjá Demich frameftir.
Magn skrivar í ársfrágreiðingini, at málið hjá felagnum er at hava leiðsluna í orkuvinnuni. Felagið leggur dent á eitt størri útboð av orkuloysnum, og vil vera leiðandi innan veiting av skipanum innan varandi orku. Magn eigur øll partabrøvini í Demich, ið er fremsti veitari av grønum hitaskipanum í Føroyum, og saman við Pf. LÍV eigur Magn eisini í vindmyllulundina í Flatnahaga
Elveitingarlóggávan forðar fyri kapping
Keypið av Demich, og vindmyllulundin í Flatnahaga, eru partar av íverksetan av orkustrategi felagsins.
- Vit vilja taka aktivan leiklut í grøna orkuskiftinum í Føroyum, og vit eru klár at gera Visjón 2030 til veruleika. Tó, enn er langt á mál. Fyrst og fremst av tí, at føroyska elveitingarlóggávan stendur í vegin fyri kapping um kundan, og verjir verandi monopol á elmarknaðinum. Ikki fyrr enn elveitingarlógin verður liberaliserað umframt at aðrar lóggávu- og bygnaðarligar broytingar verða gjørdar, er grundarlag fyri at hava ein nýskapandi og dynamiskan el- og orkumarknað, ið eru ein fortreyt fyri, at Visjón 2030 skal eydnast, stendur at lesa í leiðslufrágreiðingini.
--
Spf. Orkufelagið eigur allan partapeningin í Pf. Magn. Høvuðseigarar í Spf. Orkufelagnum eru íslendska felagið IREF Ehf, Spf. frá 27. juni 2007 (ein partur av Palli hjá Mariannu-samtakinum í Klaksvík), Spf. Arcus Invest (felag hjá Torvaldi Hrafn Gissurarsyni), Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald