Uttanlands

– Onnur lond skulu ganga á odda

USA fer at hjálpa, men onnur lond mugu ganga á odda fyri at halda Hormuzsundinum opið, og lond, sum eru bundin at olju úr Miðeystri eiga at keypa úr USA í staðin, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-04-02 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir

Tey londini, sum hava tørv á olju úr Miðeystri eiga sjálvi at ganga á odda fyri at halda Hormuzsundinum opið, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

– Vit fara at hjálpa til, men tey eiga at ganga á odda fyri at verja tað oljuna, sum tey eru so bundin av, segði Trump í røðu fyri amerikonsku tjóðini í nátt okkara tíð sambært Ritzau.

Vanliga verður umleið ein fimtingur av oljuni í heiminum fluttur gjøgnum Hormuzsundið, men undir krígnum móti Iran, sum byrjaði 28. februar hevur sundið í roynd og veru verið stongt fyri skipaferðslu.

Bert fá tangaskip og flutningsskip eru sloppin at sigla gjøgnum sundið, og hetta hevur havt við sær vaksandi oljuprísir.

Í røðu síni í nátt heitti amerikanski forsetin á lond, sum eru bundin at olju, um at keypa amerikanska olju.

Trump hevur fleiri ferðir seinasta mánaðin heitt á sameind hjá USA um at hjálpa við at tryggja Hormuzsundið, og hevur hann funnist at londum fyri ikki at gera tað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald