Eftir í síðstu løtu undan krígnum í Miðeystri at verða sloppið út úr Persiska Flógvanum og siglt gjøgnum Hormuzsundið varð kósin hjá Petrojarl Rosebank, sum skal standa fyri olju- og gassframleiðsluni á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar, sett suður um Afrika og síðani norður eftir móti Norðsjónum og leiðunum við Føroyar. Men stóra mótstøðan frá umhvørivsfelagsskapum heldur framvegis fram, seinast út fyri strondini í afrikanska landinum Namibia. Har hevði skipið bunkrað fyri síðani at møta fleiri skjóttsiglandi bátum við Greenpeacefløggum. Skipið heldur kortini fram við kós móti endastøðini, Rosebank keldan eystan fyri Føroyar.
![]()
Øll henda stóra verkætlanin er tó ikki bert í tungum sjógvi í suðuratlantshavi. Eisini í Bretlandi stendur fyristøðufelagið hjá útbyggingini av kelduni, Adura í bíðistøðu. Eftir at hava latið myndugleikunum nýggja umhvørvisætlan fyri útbyggingina verður nú bíðað eftir endaliga loyvinum at kunna framleiða olju og gass á kelduni seinni í 2026. Seinasta nýggja í málinum er, at bretsku eftirlitsmyndugleikarnir hava gjørt viðmerkingar til nýggjastu umhvørvisumsóknina, har teir í onkrum førum ikki eru nøgdir við útlátsstøðið. Kortini hevur Adura víst á, at Rosebank verður tann oljukeldan í heiminum við minsta útlátinum.
Støðan hjá bretsku stjórnini er tann, at hon við orkuráðharranum Ed Milliband á odda ynskir at varðveita bannið móti nýggjum boringum og raðfesta útbygging av varandi orku. Tað tykist tó at vera ávísur skilnaður millum avgjørda orkuráðharran og fíggjarráðharrin, sum heldur Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat.
Bretska vinnan heldur støðuna hjá stjórnini vera ábyrgdarleysa ikki at loyva nýggjari leiting og framleiðslu, nú landið í løtuni fær sín orkutørv nøktaðan við 75% innflutningi. Nokk er til av olju og gassi í bretsku undirgrundini til í stóran mun at nøkta egnan tørv sigur vinnan. Eisini verður víst á støðuna á orkumarknaðinum, har tørvur verður á olju og gassi úr øðrum londum í mong mong ár aftrat, áðrenn støðan í Miðeystri gerst betri.
![]()
Okkurt bendir á, at bretska stjórnin bíðar eftir valúrslitinum í Skotlandi í mai, áðrenn hon tekur endaliga støðu til Rosebank og aðrar keldur á bretska landgrunninum, og um hon skal taka av bannið móti leiting. Hetta ger hon fyri ikki at traðka Grøna flokkin á tærnar undan valinum.
Umframt Rosebank kelduna stendur eisini ein onnur stór olju- og gasskelda klár til at verða útbygd. Sambært fyristøðufelagnum Ithaca Energy eru tey við at lata myndugleikunum umhvørvisumsókn til útbygging av Cambo kelduni 5 kilometrar frá føroyska markinum.
Annars ljóðar tað nú í bretskum miðlum, at orkuráðharrin Ed Miliband helst fer at nokta Adura (Equinor og Shell) at halda fram við útbyggingini av Rosebank. Meira um hetta seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald