Innanlands

Effo hevur lækkað sínar prísir munandi í dag

Bensinprísurin er 50 oyru minni í dag enn í gjár. Magn hevur ikki sett prísin niður enn, og heldur ikki Thomsen, sum tó framvegis hevur nógv ta bíligastu gassoljuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-08 15:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lækkandi prísurin á altjóða oljumarknaðurin sæst aftur her heima longu í dag. Oljufelagið Effo hevur í dag lækkað bensinprísin við 50 oyrum, úr 14,70 niður í 14,20. Dieselprísurin er lækkaður við 31 oyrum úr 14,36 niður í 14,05 og gassoljan er lækkað úr 12,313 niður í 12,00 fyri liturin.

Hitt stóra oljufelagið, Magn, hevur ikki lækkað sínar prísir enn. Her eru prísirnir frá 31. mars framvegis galdandi. Bensinið kostar 14,70, diesel 14,36 og gassoljan 12,313, eins og prísirnir vóru hjá Effo frammanundan.

Hjá Thomsen, sum einans selur gassolja, og sum síðan byrjan hevur havt ein prís væl undir prísin hjá Effo og Magn, er prísurin á gassolju í dag 10,35.

Prísirnir eru tiknir av heimasíðunum hjá felagnum nú um hálvgun fýra tíðina seinnapartin.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder