Innanlands

Oljuvinna partur av samgonguskjali

Samgongan vil skapa kappingarførar karmar fyri oljuvinnu

Oljuvirksemi er við at taka seg upp tætt við føroyskar markið og fer ætlandi nýggj framleiðsla í gongd seinni í ár. Mynd Jan Müller

Oljuvirksemi er við at taka seg upp tætt við føroyskar markið og fer ætlandi nýggj framleiðsla í gongd seinni í ár. Mynd Jan Müller

2026-04-09 11:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyrrapartin varð samgonguskjalið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin almannakunngjørt á tíðindafundi í løgtinginum.  

Orkan.fo kann tí siga frá, at nýggja landsstýrið hevur valt at gera oljuvinnu og harvið oljuleiting við Føroyar sum part av framtíðar vinnupolitikkinum, sum skal rekast komandi fýra árini. Teir tríggir flokkarnir siga seg vilja skapa kappingarførar karmar fyri oljuvinnu og samtíðis tryggja, at oljutilfeingið kemur øllum samfelagnum og komandi ættarliðum til góðar.

Í samgonguskjalinum verður eisini gjørt greitt, at inntøkurnar frá møguligari oljuútvinnan verða settar í Búskapargrunnin, og renturnar kunnu takast inn á fíggjarlógina. Haraftrat verður sagt, at partur av rentunum skal brúkast til grøna orkuskiftið. 

Tað stendur tí greitt, at nýggja landsstýrismanningin fer at halda fram við verandi “Open Door” skipan, sum eisini undanfarin landsstýri hava gjørt. Munurin er tó tann, at nú verður hetta gjørt ítøkiliga greitt í sjálvum samgonguskjalinum millum flokkarnar.

[object Object]

Haraftrat gera flokkarnir greitt, at teir vilja skapa kappingarførar karmar fyri oljuvinnu. Hvat hetta ítøkiliga merkir fáa vit helst at vita meira um, tá nýtt landsstýrisfólk er sett til at taka sær av oljuøkinum.

Fólkaflokkurin fær vinnumál, meðan Sambandsflokkurin skal umsita orku og umhvørvi. Sum skilst fer oljuparturin og jarðfeingi at liggja undir vinnumálum.

Stóri spurningurin er tá, hvat landsstýrisfólkið ætlar at gera fyri at fáa meira gongd arbeiðið at marknaðarføra framtíðar leiting. Spurningurin er eisini, um ætlanin er at skunda undir og brúka meira orku uppá sjálva marknaðarføringina av leitingini? 






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder