Innanlands

Nýggi løgmaður: -Vit hava brúk fyri bæði grønari og svartari orku

-Vit skulu vera meira sjálvbjargin á orkuøkinum, og skulu eisini hava eitt bein aftrat hjá búskapinum at standa á. Tí vilja vit eggja til, at vit eisini fáa eina oljuvinnu í Føroyum.

Komandi løgmaður, Beinir Johannesen: -Vit fara at eggja til at fáa eina oljuvinnu í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Komandi løgmaður, Beinir Johannesen: -Vit fara at eggja til at fáa eina oljuvinnu í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-12 14:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var avgjørda svarið frá komandi løgmanni, Beini Johannesen, tá orkan.fo spurdi hann á tíðindafundi, hvat hann leggur í spurningin um marknaðarføring av eini komandi oljuvinnu í Føroyum, sum verður nevnt í samgonguskjalinum.  

[object Object]Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum,  Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum og Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum nú vera partur av nýggja landsstýrinum. Mynd Jan Müller


-Tá vit hava tikið við spurningin um oljuvinnu í samgonguskjalið, so er tað av fleiri orsøkum. Tá vit síggja úti í heimi, hvussu støðan er, so vísir tað, hvussu týdningarmikið tað er at vera sjálvbjargin á orkuøkinum, og har halda vit, at tað er ikki  bara grøn orka ella svørt orka tað snýr seg um men ein blanding av báðum. Tí vilja vit, at vit eggja til, at vit eisini fáa eina oljuvinnu í Føroyum. Hetta kunnu vit gera við  marknaðarføring og eisini eiga vit at hyggja eftir tí regulverkinum vit hava í dag, segði Beinir Johannesen og legði aftrat: 

-Er tað ein forðing í mun til at fáa fleiri aktørar hendavegin, so er tað avgjørt av stórum týdningi, at vit gera hetta bæði fyri at vera meira sjálvbjargin á orkuøkinum men eisini fyri at fáa eitt bein aftrat hjá búskapinum at standa á.

Mánadagin kl. 14 er móttøka í Tinganesi fyri nýggja landsstýrinum.

[object Object]Tað var frøði á oddamonnunum í nýggju landsstýrissamgonguni, ABC.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder