Uttanlands

Stórt flogfelag avlýsir 160 fráferðir næsta mánaðin vegna oljuprísirnar

Talan er um túrar hjá KLM til og frá Amsterdam - orsøkin skal finnast í støðuni í Miðeystri

Schiphol er risastórur flogvøllur - tó er avlýsta túratalið bert lítil partur av ferðunum hjá KLM (Mynd: EPA)

Schiphol er risastórur flogvøllur - tó er avlýsta túratalið bert lítil partur av ferðunum hjá KLM (Mynd: EPA)

2026-04-16 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Krígsstøðan í Miðeystri hevur millum annað ávirkan á oljuprísir kring landið. Her í Føroyum fer nýggja samgongan at lækka oljuavgjøldini fyri at bøta um tí støðuna.

Atlantic Airways hevur framvegis ikki koyrt prísirnar upp vegna hetta, men uttanlands sæst ávirkanin, og í dag hevur KLM boðað frá nógvum avlýsingum vegna hægri oljugjøld.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at niðurlendska flogfelagið hevur avlýst 160 fráferðir i Evropa tann næst komandi mánaðin.

- Flogferðirnar loysa seg longur fíggjarliga, skrivar flogfelagið í tíðindaskrivi.

Talan er um túrar til og frá Schiphol, sum er altjóða flogvøllurin í Amsterdam. Talan er um ein av teimum flogvallunum í Evropa við flest fráferðum og komum. Men hóast mongu avlýsingarnir, so er bert talan um ein lítlan part av ferðsluni hjá KLM - umleið eitt prosent.

- Ferðafólk, sum verða ávirkað av hesum broytingunum, verða umbókaði til næsta tøka túr. Tað burdi gingið skjótt í flestu førunum, vil KLM vera við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder