Innanlands

Ætla at strika mvg á olju og bensin komandi tríggjar mánaðirnar

Málið verður væntandi lagt fram fríggjadagin og møguliga viðgjørt longu í komandi viku, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-22 13:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin verður væntandi uppskot lagt fyri løgtingi, sum fyribils strikar meirvirðisgjaldið á olju og bensini.

Tað er Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum hevur orðað eitt lógaruppskot, ið hann vónar kann verða samtykt skjótast gjørligt.

Orsøkin er, at oljuprísurin er hækkaður nógv hesa seinastu tíðina eftir at USA valdi at fara í kríggj við Iran, og at Hormuz-sundið inn til oljuútskipingarhavnirnar í Persaflógvanum verið stongt fyri so at siga allari skipaferðslu.

Fyri at gera tað lættari hjá borgarunum, verður meirvirðisgjaldið fyri oljuúrdráttir tí fyribils sett úr gildi. Mvg-frítøkan verður galdandi frá tí at lógin er samtykt og fram til 31. juli í ár, upplýsti Aksel V. Johannesen í tíðindunum á FM1 á middegi.

Ógreitt er, hvussu nógv hetta kemur at kosta landskassanum, tí havast skal í huga, at landskassin hevur fingið rættiliga fitt av meirinntøku í mvg, nú oljuprísurin er hækkaður fleiri ferðir.

Aksel V. Johannesen sigur, at hann vónar, at málið kann leggjast fram á tingfundinum, ið er lýstur at vera fríggjadagin. Hansara ynski er at fáa málið til viðgerðar og kanska avgreitt longu í næstu viku, so at skipanin kann fáa gildi sum skjótast. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder