Innanlands

Ársúrslitið hjá SEV var 44 milliónir krónur verri enn væntað

Yvirskotið fyri 2025 slakar sjey milliónir, men nevnd og stjórn eru ikki nøgd. Serliga niðurskirving í sambandi við vindmyllurnar í Húsahaga - 28,3 milliónir - kosta dýrt hjá SEV

Vindmyllurnar hjá Vindfelagum í Húsahaga hava kostað SEV dýrt (Mynd: Jan Müller)

Vindmyllurnar hjá Vindfelagum í Húsahaga hava kostað SEV dýrt (Mynd: Jan Müller)

2026-04-24 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vindmyllurnar hjá Vindfelagum í Húsahaga hava kostað SEV dýrt. Hetta kundi aftur staðfestast á aðalfundi felagsins í dag, har ársroknskapurin varð lagdur fram.

Úrslitið hjá Sev eftir skatt í 2025 var 6,9 milliónir krónur í yvirskoti. Men hetta eru heilar 44 milliónir krónur minni, enn væntað var.

Og tað eru nevnd og stjórn ikki nøgd við, hóast fíggjarstøða felagsins annars er góð.

- Av tí, at Sev hevur góða sjálvfígging frá rakstri felagsins, og hevur trekningsrættir til íløgur og gjaldføri tøkar, er gjaldførið gott. Tøki peningurin við ársenda er 244 mió. krónur umframt atgongd til trekningsrættir uppá 850 mió. krónur.

Tað vera serliga tríggjar orsøkir nevndar til, at úrslitið hjá SEV gjørdist verri enn væntað:

- Øktur kostnaður fyri vindorku og olju saman við niðurskriving uppá 28,3 mió.kr. av vindmyllunum hjá Vindfelagum í Húsahaga, sum ikki roknað var við, og virðisjavnan av fíggjarligum amboðum tyngja rakstrarroknskapin.

Annars var elframleiðslan methøg í 2025: 506,2 GWt. Við hesum er framleiðslan á fyrsta sinni farin upp um 500 GWt.

Oljukostnaður er hækkaður, og elbilaøkið hevur gjørt eitt stórt lop framá, eru nakrar av staðfestingunum hjá SEV.

Til ber at lesa alla frágreiðingina og síggja rokniskapin fyri 2025 á sev.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder