Høvuðsendamálið við greinini, sum verður umrødd á heimasíðuni hjá Jarðfeingi,  er at skilja, hvønn leiklut rivur hava á goymslueginleikan hjá basalti. Hatta er týdningarmikil vitan, tá ið CO2 skal goymast í undirgrundini, bæði í Føroyum og aðrastaðni, har ið basaltfláir verða brúktar sum goymsla.

Greinin snýr seg, um hvussu rivur hátta seg í basaltfláum við dømum úr Føroyum. Við dronumyndum og 3D-myndlum av bjørgum eru bæði smáar rivur (cm) og stórar rivur (km), sum síggjast sum gjáir í føroyska landslagnum, kannaðar. Granskararnir eru komnir fram til, at stóru rivurnar avspegla rætningin á teimum smáu rivunum í lavafláunum. Kortlegging av smáu rivunum vísir eisini, at tær hava stóra ávirkan á gjøgnumstroymið í grótinum. Vitanin um høga gjøgnumstroymið og rætningin á rivunum eru týðandi úrslit fyri at skilja, hvusssu og hvønn rætning vatn ella CO2 flytir seg í undirgrundini.

Harumframt sæst eisini ein samanhangur millum tjúktina á lava fláunum og títtleikan á rivum. Tynri lavafláir eru meira sprekkaðar enn tær tjúkku, og harvið er sannlíkt, at tunnu fláirnar hava hægri gjøgnumstroymi enn tær tjúkku, og eru tí betur mið fyri CO2 goymslu.

Les greinina her: https://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S175058362600054X

Myndirnar vísa hvussu hæddarmodel og 3D-model kunnu brúkast til at kortleggja jarðfrøðina bæði á km og cm-skala.

Tekning ið lýsir granskingarúrslitini og hvørja ávirkan tey hava á hvussu CO2 flytur seg í undirgrundini.