Tað er ikki bara í Føroyum, at orka og politiskur vilji verður lagdur í framtíðar olju- og gassvinnu. Hinumegin Atlantshav, í kanadisku landspørtunum New Foundlandi og Labrador, har føroyignar eru væl kendir, verður oljuvinna enn einaferð raðfest á ovastu rók.
Stjórnirnar í hesum báðum landstørtunum hava nevniliga avgjørt at brúka nærum eina mia. kr. at stuðla uppundir oljuvinnuna í eitt trý ára skeið.
Pengarnir, sum fara í ein "Offshore Exploration Fund" skulu brúkast til at geva íblástur til útlendskar íløgur í vinnuna. Eisini skulu teir gagna heimligu veitingarvinnuni. M.a. til at byggja eina flótandi turrdok umframt at stuðla uppundir gassframleiðsluútbúnaði.
Kanada er eitt av fremstu olju- og gassframleiðarunum í heiminum og stjórnin leggur nógva orku í at varðveita og menna vinnuna. Ì landslutunum New Foundlandi og Labrador koma 20% av inntøkunum frá olju- og gassvinnuni. Equinor stendur fyri at útbyggja eina risastóra oljuleið, Bay du Nord út fyri eysturstrondina í Labrador. Herfyri keypti Shell upp eitt av teimum stóru orkufeløgunum í Kanada.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald