Uttanlands

Oljuprísur sveiggjar

OPEC+ londini økja um framleiðsluna

2026-05-04 17:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Óvissan ræður framvegis í Miðeystri, nú oljuprísur sveiggjar. Innan 20 minuttir í da fór prísurin upp við 4% - úr 110 dollarum til góðar 114 dollarar. Príshækkingin kom eftir, at iranska tíðindastovan Fars visti at siga, at eitt amerikanskt herskip varð rakt av rakettum. USA vísir hesum aftur.

Amerikanski forsetin segði sunnudagin, at USA fór undir hernaðarligar atgerðir til tess at skip læst inni í Hormuz sundinum kundu sleppa út aftur. Iran hevur síðani gjørt greitt, at tað fer undir ongan umstøðum at loyva USA at brúka sína hermegi til at lata sundið uppaftur. 

Um somu tíð hava londini í Opec+ avgjørt at hækka framleiðsluna við 188.000 tunnum um dagin frá juni. Hetta hendir eftir, at eitt av mest týðadi londunum í Opec, UAE tók seg úr felagsskapinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder