Tað var amerikanski forsetin, Donald Trump, sum kunngjørdi, at framstig vórðu hend í samráðingum millum USA og Iran, og tað fekk alt fyri eitt oljuprísin at kava við nærum 11 prosentum til umleið 98 dollarar fyri tunnuna. Eitt skifti herfyri var hann omanfyri 120 dollarar.
Tíðinastovnurin Axios skrivar, at í Hvítu Húsunum halda tey, at ein avtala við Iran er ávegis. Hon snýr seg um at skapa karmar kring kjarnorkusamráðingar, sum kunnu gera ein enda á krígnum. Miðilin skrivar, at hóast eingin avtala enn er komin undir land, so er hetta fyrsta veruliga framstigið, sum er gjørt leingi millum partarnar.
Sambært Bloomberg kemur iranska tjóðskaparhirðan eisini við úttalilsum um støðuna. Hesi siga, at verða hóttaninar frá áleyparanum steðgaðar og nýggir karmar gjørdir í eini friðartilgongd, so kann tað hava við sær eina trygga sigling gjøgnum Hormuzsundið.
![]()
Trump forseti skrivar á sínum sosiala miðili, at gongur Iran við til tað, sum longu er avtalað, so kann kríggið vera av skjótt og sundið opið aftur fyri øll. Men verður eingin semja, so byrja vit aftur at bumba, og tað verður nógv meira ógvusligt enn áðrenn. Kriggið hevur longu fingið álvarsligar avleiðingar fyri búskapin í nógvum londum og hendir eingin broyting fara avleiðingarnar bara at gerast uppaftur verri Umleið 2000 skip og bátar eru rakt av stongsulinum og meira enn 20.000 sjómenn kenna ikki sína lagnu.
Áðrenn kríggið byrjaði var oljuprísurin niðri á 70 dollarum fyri tunnuna. Nú sveiggjar hann millum 100 og 115 dollarar.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald