2026-05-07 15:50
Í dag er val til skotska tingið. Eisini eru lokalval í Onglandi. Flestu veljarakanningar benda á, at Labour flokkurin fer at fáa ein frammaná, meðan flokkar sum Reform UK, Grøni flokkurin eins og SNP flokkurin verða spáddir framgongd. Ein av stríðsspurningunum serstakliga í Skotlandi er, um loyvi skal gevast til framhaldandi oljuleiting og útbygging í Norðsjónum.
Higartil hevur bretska Labour stjórnin bannað bæði nýggjari leiting og útbyggingum av olju- og gassleiðum eitt nú eystan fyri Føroyar, hóast stór mótstøða er ímóti hesum í fleiri av flokkunum. Reform UK, hvørs formaður er Nigel Farage, og sum verður spáddur størstu framgongdina serstakliga í lokalvalunum í Onglandi, vil hava stjórnina at loyva øllum nýggjum oljuvirksemi, serstakliga nú alt Evropa er meint rakt at eini orkukreppu.
Bretskir miðlar gera nógv burtur úr spurninginum um framtíðar oljuvirksemi í Norðsjónum, eitt nú The Telegraph.
Valið kemur samtíðis sum Norra hevur traðkað á orkuspeedaran og letur upp fleiri gassleiðir, ein teirra Eirin leiðin, sum skal framleiða stórar nøgdir av gassi, soleiðis at Norra gerst ein uppaftur størri veitari av gassi til Evropa í eini tíð, har kríggini í Ukraina og í Miðeysturi seta stór krøv til orkuveitingina til Evropa.
Um somu tíð sum norska stjórnin ger alt fyri at menna olju- og gassvirksemið í Norðsjónum til tess at kunna stuðla upp undir orkutrygdina í Evropa, ger bretska stjórnin tað beint øvugta og bannar nýggjum virksemi.
Alsamt fleiri bretskir og skotskir politikarar siga seg ikki skilja stjórnina í London, hví hon ikki tekur orkukreppuna í størri álvara og ger sum Norra og letur upp fyri olju- og gassframleiðslu umframt at leita eftir nýggjum goymslum í Norðsjónum. Sum dømi verður nevnt, at ikki ein tann einasti brunnur varð boraður í bretskum øki í fjør, um somu tíð sum 29 brunnar vórðu boraðir í norska grannalagnum. Og norsk feløg halda fram við at menna virksemið samtíðis sum stjórnin nú letur upp fyri nýggjari oljuleiting.
Hóast valið í Skotlandi ikki nýtist at fáa nakra ávirkan á oljuvirksemið í Norðsjónum, tí hetta økið verður umsitið og stýrt av stjórnini í London, so verður roknað við, at eitt gott valúrslit til flokkar, sum eru fyri meiri oljuvirksemi, kann koma at leggja enn meira trýst á stjórnina í London. Hon er fyri vaksandi mótstøðu bæði frá vinnuni og politikarum. Ikki minst eftir at fyrrverandi oljuhøvuðsstaðurin í Norðsjónum, Aberdeen er við at avtoftast vegna Labour mótstøðuna móti olju- og gassvinnuni.
Síðani Labour stjórnin tók við er oljuvinnan í Aberdeen minkað og minkað.
Men hvat hevur so henda støða at siga fyri Føroyar kundi verið spurt. Ein orsøk til at hetta málið eisini hevur áhuga og týdning fyri Føroyar eru tær mongu oljuleiðirnar, sum liggja beint eystan fyri føroyska markið, eitt nú Rosebank, Cambo, Tornado og Clair.
Verður grønt ljós givið til at útbyggja keldurnar kann tað í fyrsta lagi fáa stóran týdning fyri føroyska veitingarvinnu, ið stendur klár til at veita alskyns tænastur til eitt komandi virksemi so tætt við Føroyar. Í øðrum lagi kann hetta koma at fáa týdning fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum. Nakað nýggi føroyski landsstýrismaðurin í oljumálum í samrøðu við orkan.fo hevur sagt seg at hava stórar vónir um.
Fýra av oddafiskunum í bretska valstríðnum, formenninir fyri Grøna flokkin, Labour, Konservativa flokkin og Reform UK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald