Uttanlands

Ukrainar viðganga at hava sprongt Nord Stream

Kavararnir, sum sprongdu gassleiðingarnar í Eystrasalti í 2022, greiða dulnevnt frá atsóknini í bók, sum kemur í næsta mánaði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-11 09:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kavarar úr Ukraina viðganga í nýggjari bók, at tað vóru teir, sum løgdu bumburnar og oyðiløgdu Nord Stream 1 og 2 gassleiðingarnar í Eystrasalti.

Hetta er fyrstu ferð, at gerningsfólkini greiða frá nógv umrødda yvirganginum út fyri Bornholm á heysti 2022, sum rakti gassútflutningin úr Russlandi til Týsklands, skrivar danska blaðið Berlingske.

Í samrøðu við blaðið skuldsetur rithøvundurin, Bojan Pancevski, danskar myndugleikarnar fyri at fjala málið av ótta fyri at skapa eina geopolitiska kreppu.

- Tað var ein risastór hending, og so gjørdist alt bara kvirt, sigur Pancevski við blaðið.

- Í Danmark tagdu tey kanningina burtur, og einki kom fram. Men nú vita vit hvat tey vistu, og at tað var Ukraina, sigur Bojan Pancevski, sum er evropeiskur tíðindamaður fyri blaðið The Wall Street Journal.

Bókin kemur út 16. juni og hevur heitið “The Nord Stream Conspiracy”.

Góvust at kanna

Spreingingarnar vórðu í fyrstu atløgu kannaðar í Danmark, Svøríki og Týsklandi, men eftir hálvumøðrum ári avgjørdu tey bæði í Danmark og Svøríki at gevast við arbeiðinum. Í Danmark varð sagt í stuttorðaðari fráboðan, at tað ikki var grundarlag fyri at halda fram við kanningunum.

Avgerðin vakti stóran ans í Russlandi, har tey hildu donsku kanningarnar vera “absurdar”.

Pancevski heldur, at danir bóru ótta fyri, at málið fór at skaða viðurskiftini millum Ukraina og Týskland, av tí at Týskland er ein av stóru stuðlunum hjá Ukraina í verjuni móti Russiska álopinum, sum byrjaði nakað frammanundan.

Berlingske hevur roynt at fáa viðmerkingar frá donsku fregnartænastuni PET, og frá løgregluni í Keypmannahavn, sum hevði ábyrgdina av kanningararbeiðinum, men ongin við gera viðmerkingar til skuldsetingarnar.

- Gjørdu tað fyri føðilandið

Í bókini greiða fyrrverandi ukreinsk fregnartænastufólk og kavarar í staklutum frá tí, sum hendi. Tey siga eisini, at tey eru errin av atsóknini.

- Eg gjørdi tað fyri føðiland mítt. Fyri hetjurnar sum dag eftir dag verja land okkara, sigur ein av ukreinsku kavarunum, sum eins og allar hinar keldurnar traðka fram undir dulnevni.

Tilsamans fýra kavarar – tríggir menn og ein kvinna – vóru við í atgerðini á 80 metra dýpi. Við spreingingunum støðgaðu tey russiska gassútflutninginum til Norðurevropa.

Eftir hendingarnar grunaðu vesturlendskir miðlar um, hvørt Russland mundi standa aftan fyri atsóknina, møguliga fyri at leggja skuldina á Ukraina.

Men tær flestu evropeisku stjórnirnar vóru trekar at siga, hvør tær hildu stóð aftanfyri. Undantakið var Poland, sum beinanvegin peikaði móti Russlandi.

Russland hinvegin peikaði móti Ukraina, umframt USA og Stórabretlandi. Eisini vóru gitingar um, at tað kanska vóru amerikanskir kavarar, sum høvdu staðið fyri atsóknini.

Amerikanski journalisturin, Seymour Hersh, skuldsetti enntá Noreg fyri at hava hjálpt amerikanarum við at fyrireika bumbuats´knirnar. Men hann hevði ongar keldur, sum kundu prógva hesum uppáhaldunum, skrivar norska NTB tíðindastovan.

Norski Tor Ivar Strømmen frá Sjøkrigsskolen, var ein av norsku granskarunum, sum hevði illgruna til Russland. Við norska TV2 sigur vísir hann á, at tað enn ikki er komið fram, um ukrainska atsóknin varð framd av privatáhugamálum, ella um tað var ukrainski staturin, sum stóð aftanfyri.

Gera klárt til rættarmál í Týsklandi

Týskland er einasta land, sum áhaldandi hevur kannað hendingarnar, og nú meira enn trý ár eftir spreingingarnar, er málið á veg í rættin.

Týska ákæruvaldið hevur biðið um útflýggjan av ukrainarum úr bæði Polandi og Italia. Italia hevur játtað, men Poland hevur sagt nei. Ein maður, nevndur “Serhii K” varð útflýggjarður í oktober í fjør.

Journalistar hjá Süddeutsche Zeitung og útvarpsstøðunum WDR/NDR, polska netmiðlinum Frontstory, svenska blaðnum Expressen og danska Berlingske avdúkaðu heilt tíðliga, at alt bendi á, at tað var Ukraina, sum stóð aftan fyri yvirganginum.

Millum annað vístu tey á, at seglbáturin Andromeda var í økinum, tá rørleiðingarnar vórðu sprongdar. Fimm menn og ein kvinna høvdu leigað bátin nakrar vikur frammanundan, og hóast tað var trupult at avdúka, hvør leigarin var, so ísti tað seg, at sporini peikaðu móti Ukraina.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder