Hesin boðskapurin kom fram í “The King´s Speech” í vikuni, har uppskotið til slíka lóg undir heitinum “Energy Independence Bill” varð kunngjørd. Charles kongur helt røðuna, tá parlamentið lat uppaftur í vikuni.
Røðan eins og ætlanin hjá stjórnini hevur longu verið fyri atfinningum bæði í politisku skipanini og í vinnulívinum, sum skýra komandi lógina fyri einki minni enn mønustingurin fyri framtíðar olju- og gassvirksemi í bretska partinum av Norðsjónum. Enn er tó ógreitt, hvørja lagnu verandi loyvi so sum Rosebank við føroyska markið fara at fáa undir nýggju lógini. Í løtuni bíða fleiri oljufeløg eftir eini avgerð hjá stjórnini til í fyrsta lagi tvær útbyggingar, Rosebank og Jackdaw, men eisini fleiri aðrar útbyggingar av olju- og gasskeldum eitt nú millum Hetland og Føroyar standa fyri framman. Ein teirra er stóra oljukeldan Cambo við markið.
Ætlanir eru um at útbyggja til framleiðslu Ikki færri enn fýra olju- og gasskeldur eystan fyri føroyska markið, Rosebank, Cambo, Tornado og Clair.
![]()
Miðlarnir eru ikki mjúkir við Labour stjórnina.
Sambært lógini verður kjarnorka raðfest saman við øðrum varandi orkusløgum so sum vind og sól. Ætlanin er eisini at tjóðartaka "British Steel". Umboð fyri meginfelagið hjá orkuvinnuni, OEUK, Enrique Cornejo sigur, at tað er tvingandi neyðugt, at olja og gass eisini vera partur av framtíðar orkusamansetingini.
Tað, sum hendir í Miðeystri, er við til at minka um innflutningin av orku, og hetta merkir, at Bretland kemur at tørva meira orku og kann hesin tørvur troytast við m.a at fara eftir stóru olju- og gassgoymslunum í Norðsjónum. Millum tey, sum mótmæla ætlanini at lóggeva bann móti leiting er politiska leiðslan í Aberdeen og Skotlandi sum heild, sum gera greitt, at tørvur er á at framleiða egna olju og gass til til tess at minka um innflutningin. Eisini Konservativi flokkurin eins og Reform UK, sum gjørdi eitt rimmar val nú um dagarnar, heita á stjórnina um at lata upp aftur fyri leiting í Norðsjónum.
Verður álvara gjørt av at banna leiting við lóg kann hetta fáa álvarliga avleiðingar fyri arbeiðspåláss serstaklig aí Aberdeen og har nærhendis. Eisini fer lógin at gera, at tað verður sera torført hjá komandi stjórnum at boyta lógina aftur fyri at lata uppaftur fyri leiting í komandi árum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald