Uttanlands

Oljuprísur lækkar nógv

Eftir tíðindi um framstig í friðarsamráðingum millum USA og Iran

2026-05-25 13:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Bæði amerikanski forsetin og uttanríkisráðharrin í Iran hava seinastu dagarnar givið tekin um, at ein friðaravtala í krígnum millum londini kann vera ávegis, tó at báðir partar gera greitt, at einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Kortini eru vónir um, at ein friðaravtala kann vera við til at lata upp aftur Hormuz sundið. Men eftir ein møguligan stríðssteðg eru nógvir spurningar eftir at loysa.

Trump forseti segði nú um dagarnar, at ein friðaravtala nærkast, tó at man ikki skal seta alt ov stórar vónir til, at hetta hendir beinanvegin.

Oljuprísurin hevur í seinastuni ligið á upp móti 109 dollarum fyri tunnuna, men er íløtuni góðar 97 dollarar fyri tunnuni og er harvið lækkaður við góðum 6%.  Tað ljóðar eisini, at gassprísurin er lækkaður munandi. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder