Norra heldur fram við at økja um sína olju- og gassframleiðslu, nú Evropa skríggjar eftir orku í kjalarvørrinum á stríðnum í Miðeystri eins og sanktiónunum móti russiskari orku. Norska stjórnin ætlar m.a. at lata upp trígggjar gasskeldur til tess at varðveita eina høga framleiðslu til eftir 2030. Men hetta fer ikki óátalað framvið hjá umhvørvisfelagsskapum, sum siga, at norski orkupolitikkurin undirgrevur veðurlagsmálini og seinkar royndunum at gera Evropa leysar av fossilari orku.
Meðan fleiri lond fegnast um avgerðina hjá norsku stjórnini at økja um framleiðsluna, so vilja umhvørvisfelagsskapir heldur hava Norra og onnur lond at økja um varandi orkuna. Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre vísir aftur atfinningunum og sigur, at eitt nú kríggið í Iran, sum hevur stongt Hormuz sundið, krevur av eitt nú Norra, at tað heldur fram við framleiðsluni í eini so ótryggari tíð við orku. Norra fór longu eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina, at økja um sína framleiðslu við orkutrygdini í Evropa fyri eygað.
Í dag er Norra størsti framleiðari av olju og gassi til Evropa og fara umleið 95% norsku oljuni til Evropa og ein triðingur av gassinum. Tað skal tó sigast, at Norra er við at røkka mestu framleiðsluni, sum tað megnar. Roknað verður tó við, at framleiðslan fer at vaksa til eftir 2030, um tað ikki fer undir at menna nýggjar verkætlanir. Skal framleiðslan tí økjast enn meira so verður neyðugt við stórum nýggjum íløgum í m.a. leiting, nakað sum umhvørvisfeløg og flokkar fara at berjast ímóti.
Eisini norski orkuráðharrin Terje Aasland gjørdi í mai greitt, at málið er at vera ein støðugur og álítandi orkuveitari til evorpeiska marknaðin. Hann fær stóra undirtøku frá øðrum norskum flokkum, sum halda, at norska oljan og gassið eru grundleggjandi fyri at varðveita veitingartrygdina í Evropa.
Eftir stóru avmarkingarnar av orku til eitt nú Evropa úr Miðeystri nú í fleiri mánaðir er Aasland enn meira sannførdur um, at Norra má halda orð og framhaldandi framleiða orku til Evropa. -Vit fara at menna orkuleiting og -framleiðslu og ikki minka um hesa segði hann nú um dagarnar. Við hesum sipaði hann m.a. til avgerðina at lata upp aftur fleiri gassleiðir, Albuskjell, Vest Ekofisk og Tommeliten Gamma í Norðsjónum, nærum 30 ár eftir, at framleiðslan steðgaði. Stjórnin vónar, at upplatingin kann vera við til at fylla kluftina, sum er íkomin eftir russisku innrásina og sanktiónirnar móti Russlandi eins og stríðið í Miðeystri, sum hevur steðgað olju- og gassflutningunum til m.a. Evropa.
Aasland sigur, at norsk orkuframleiðsla fer at hava alstóran týdning fyri orkutrygdina í Evropa. Og heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í fleiri tíggjuár aftrat. -Vit hava eina stóra ábyrgd og okkara mál er greitt. Stóra orkufelagið Equinor hevur ætlanir um at gera stórar íløgur fram til 2035 uppá 6 mia. dollarar um árið til tess at steðga minkingini í framleiðsluni. Norska oljuframleiðslan í fyrsta ársfjórðingi í ár var uppá 2.31 mió. tunnur um dagin, 9% meira enn somu tíð í fjør.
Tað eru tó ikki allir flokkar í Norra, sum taka undir við orkupolitikkinum, eitt nú vinstraflokkurin SV, sum heldur landið eigur at leggja størri dent á varandi orku. Hinvegin er stórur meiriluti í norska Stórtinginum fyri at halda fram við og økja um bæði leiting og framleiðslu av olju og gassi.
Kelda: Oilprice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald