Innanlands

Nýggjar loysnir kunnu flyta grøna orkuskiftið fram á leið

Íløgur, avlopsorka, altjóða samstarv og CO₂-goymsla vóru millum evnini, tá ið Varandi Vinna skipaði fyri sessión á UArctic-ráðstevnuni

2026-05-28 13:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Týsdagin skipaði Varandi Vinna fyri sessión á UArctic-ráðstevnuni í høllini við Tjarnir undir heitinum "Industry’s Role in the Green Energy Transition: Opportunities and Challenges in Small and Arctic Communities."

Sessiónin setti sjóneykuna á ítøkiligar avbjóðingar og møguligar loysnir í grøna orkuskiftinum í smáum og arktiskum samfeløgum sum Føroyum, har orkuskipanin er lítil, fortreytirnar eru serstakar, og tørvurin á tryggari, grønari og kappingarførari orku er stórur.

[object Object]

Føroyar hava sett sær framsøkin mál um, at elorkan á landi skal vera 100% varandi í 2030. Í dag er parturin av varandi elorku umleið 51%. Skal næsta stigið í orkuskiftinum eydnast, er tørvur á at hyggja nærri at, hvussu nýggjar loysnir kunnu gerast partur av orkuskipanini í verki.

[object Object]

Fýra framløgur lýstu hvør sína síðu av hesi avbjóðing.

Olga Noshchenko legði fram ein nýggjan íløguleist, sum tekur hædd fyri sveiggjandi orkuprísum og óvissu í regulering. Framløgan vísti, hvussu óvissa kann ávirka íløguhugin, og hvørjir karmar kunnu gera tað tryggari at seta pening í varandi orku.

[object Object]

Vilhjálmur Nielsen tosaði um avlopsorku frá varandi orkukeldum og um, hvussu Føroyar kunnu fáa meira burtur úr orkuni, sum longu verður framleidd. Hann legði millum annað dent á, at ein vælskipað prísskipan fyri avlopsorku kann vera við til at skapa betri javnvág millum framleiðslu og nýtslu.

[object Object]

Baptiste Aguila lýsti leiklutin hjá ES í grøna orkuskiftinum í Arktis og setti avbjóðingarnar í Føroyum inn í ein breiðari altjóða samanhang. Hann vísti á, hvussu politikkur, regulering og samstarv kunnu ávirka orkuskiftið í arktiskum økjum.

Rakul Johannesen legði fram um møguleikar fyri varandi CO₂-goymslu í undirgrundini. Framløgan lýsti eitt øki, sum kann gerast partur av framtíðar loysnunum, bæði tá ið talan er um at minka um útlát og um at menna nýggjar burðardyggar vinnumøguleikar.

[object Object]

Samanumtikið vísti sessiónin, at grøna orkuskiftið ikki hevur eina einstaka loysn. Fleiri stig kunnu takast í senn. Betri íløgukarmar, skilagóð gagnnýtsla av orkuni, altjóða samstarv og nýggj vitan um framtíðar tøkni.

Við sessiónini setti Varandi Vinna sjóneykuna á, hvussu vit kunnu flyta orkuskiftið frá yvirskipaðum málum til ítøkiligar loysnir, sum kunnu styrkja bæði vinnulív og samfelagið sum heild.

Kelda: Arbeiðsgevarafelagið/Vinnuhúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder