Gjørt verður nú klárt til at bora 7 brunnar á Rosebank kelduni skamt frá føroyska markinum. Talan er m.a. um avmarkingarbrunnar, sum skulu staðfesta, hvussu víða olja og gass er at finna á kelduni m.a. vestur móti føroyska markinum. Rosebank liggur millum 10-15 kilometrar eystan fyri markið.
![]()
![]()
At talan er um stórt og nýtt virkemi eru spildurnýggj kort á heimasíðuni “Marinetraffic.com” prógv um. Har síggjast í løtuni boripallurin og ikki færri enn fimm offshoreskip av ymsum slag. Orkan.fo fær ikki váttað, um boringin er byrjað ella um talan er um fyrireiking til komandi borivirksemi. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá fyristøðufelagnum Adura.
Deep Explorer tekur sær av kavingaruppgávum á Rosebank leiðini![]()
Um somu tíð sum stóri boripallurin er komin á boristaðið ger framleiðsluskipið “Petrojarl Rosebank” klárt til at seta kós móti leiðunum eystan fyri Føroyar, har tað eftir ætlan skal taka ímóti olju og gassi komandi 20 árini. Skipið liggur í útgerðarhavnini CCB nærhendis Bergen. Fýra sleipibátar fara í næsta mánað at toga skipið vestur í hav.
![]()
![]()
Trý av offshoreskipunum, sum eru ella hava verið á Rosebank leiðini í seinastuni.
Boripallurin Deepsea Atlantic er tann fyrsti, sum fer at bora um okkara leiðir í nærum 15 ár, síðani West Hercules boraði á føroyska landgrunninum. Skipini, sum nú liggja á Rosebank leiðini - og sum koma og fara - eru sambært Marinetraffic.com, Skipper Tide, Deep Explorer, Deep Arctic, Skandi Vega og Skandi Iceman, Scotian Sentinel og CS Sovereign. Her er talan um bæði hjálparskip, veitingarskip eins og serútgjørd skip til at taka sær av kaðal- og kavingararbeiði á havbotninum.
Tað sýnist sum skipini brúka Lerwick í Hetlandi sum veitingarhavn. Herfyri var annars eitt stórt offshoreskip í føroyskum havnum, Deep Energy eftir vørum og tænastum í sambandi við rørleiðingsarbeiði á nettupp Rosebank leiðini.
Rørleggingarskipið Deep Energy á Hulki fyri at bunkra í fjør, tá skipið legði gassrørleiðing á Rosebank kelduni. Mynd Hans Anders Jacobsen.
Tá "hol" varð sett á útbyggingina av Rosebank oljukelduni eystan fyri Føroyar í fjør brúkti útlendski veitarin av rørleggingarveitingum til Equinor, Technip føroyskar havnir í sambandi við bæði bunkring og aðrar tænastur.
Nú arbeiðið á Rosebank er komið eitt týðandi stig longri vísir tað seg, at veitingarskip av ymsum slag brúka Lerwick í Hetlandi sum veitingarhavn og møguliga eisini Aberdeen.
Hví hesi ikki brúka føroyska havn, nú Rosebank liggur so tætt við Føroyar, er óvist. Tað má so vera upp til føroyskar veitarar og havnir at gera vart við veitingarmøguleikarnar her.
Tær báðar stóru olju- og gassleiðirnar á bretska landgrunninum, sum nú bíða eftir endaligari góðkenning.
Hóast arbeitt verður við at útbyggja Rosebank leiðina til framleiðslu seinni í ár, so verður framvegis bíðað eftir endaliga loyvinum at fara undir framleiðslu frá myndugleikunum. Labour stjórnin fer í næstum at taka avgerð um Rosebank og enn eina stóra gasskeldu í Norðsjónum, Jackdaw.
Annars hevur stjórnin bannað nýggjari leiting fyri at vísa sín stuðul til grøna orkuskiftið. Tó hevur hon eisini gjørt greitt, at loyvi, sum longu eru latin, verða ikki tikin aftur, tó skulu nýggj umhørviskrøv takast við. tTað er felagið Adura, sum er ein samanlegging av Equinor og Shell, ið stendur fyri útbyggingini av Rosebank.
Fyri viku síðani gjørdi stóra bretska orkufelagið Ithaca, sum eigur fleiri oljukeldur eystan fyri Føroyar, greitt, at tað hevur gjørt stór framstig í royndunum at byggja út tvær olju- og gasskeldur eystan fyri føroyska markið, nevniliga Cambo og Tornado. Enn eitt stórt oljufelag, BP hevur í umbúnað at útbyggja sítt virksemi á stóru Clair kelduni. Tað bíðar tó eftir eini avgerð í Rosebank málinum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald