Innanlands

Jenis spyr um orkuskiftið

Hvørji ítøkilig átøk, sum tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í grøna orkuskiftinum, hevur samgongan til reiðar at seta í verk? vil hann m.a. hava at vita frá landsstýriskvinnuni í orkumálum

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-01 12:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvørji ítøkilig átøk, sum tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í grøna orkuskiftinum, hevur samgongan til reiðar at seta í verk? Og nær kann væntast, at hesi átøkini verða framd?

Tað vil Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin hava at vita frá landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen.

Jenis av Rana vísir á, at tað stendur í samgonguskjalinum, at samgongan vil "tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum".

– Her er talan um glæsiligar ætlanir og lyfti, ið mong munnu fegnast um og síggja fram til, serliga í teimum krevjandi tíðum, vit methøgum orkuprísunum, vit eru komin í, sigur tingmaðurin í viðmerking til fyrispurningin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder