Uttanlands

Oljugoymslurnar um at tømast

Tó er óvist, nær tær gerast heilt tómar skrivar norska NRK á síni heimasíðu

Mynd Equinor

Mynd Equinor

2026-06-01 16:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta kann henda longu henda mánaðin ella verða útsett til seinni í summar. Soleiðis ljóðar dapra greiningin, sum kemur í kjalarvørrinum á krígnum í bæði Ukraina og í Miðeystri. Stongsulin av Hormuz-sundinum hevur gjørt, at marknaðurin hevur ongantíð áður verið vitni til, at so nógv olja er tikin av marknaðinum.

Kortini er ikki mangul uppá olju. Heimurin brúkar í løtuni burtur av oljuni, sum liggur á goymslu. Men tupulleikin rakar, tá hesar goymslurrnar eru við at tømast. Tað er greiningarfyritøkan HFI research, sum kemur við spádóminum um, at oljugoymslurnar í heiminum kunnu gerast tómar, heldur stongsulin av Hormuz fram.

Ein av fremstu búskapargreinarunum hjá oljufelagnum Aker BP er vísir í, at kreppan fer at koma, men spurningurin er bara nær. Sjálvt um Hormuz sundið verður latið upp í morgin, so fara tað at ganga fleiri mánaðir, til oljan aftur kemur á eitt støði, hon hevur verið á undan kríggjunum báðum.

Ein orsøk er, at túsundtals skaddir brunnar mugu umvælast, áðrenn teir kunnu takast í brúk aftur. Væntandi fara oljuprísirnir at hækka aftur, tá kreppan veruliga rakar, og tá verður talan um heilt aðrar  prísir. Hetta kemst m.a. av, at tá so lítið er til av olju, og eftirspurningurin er farin upp í loft, tá verða tað tey lond og fyritøkur, sum hava flest pengar, ið kunnu bjóða uppá oljuna.

Ein avleiðing av eini veruligari oljukreppu verður uppá longri sikt, at farið verður undir at brúka varandi orku eitt nú til elbilar.

Spurningurin um, hvønn ein oljukreppa fer at raka harðast, er lættur at svara siga greinararnir, tí tað verða lond sum USA og Evropa, ið hava neyðugu keypimegina, sum kunnu bjóða uppá oljuna, meðan tað vera tey veikastu londini við minni keypimegi, ið fara at merkja sviðan fyrst og mest.

Greinarar eru ikki ósamdir um, at oljuprísurin fer at hækka, stendur støðan við og versnar, men spurningurin er bara, hvussu nógv. Onkur heldur 150 til 200 dollarar fyri tunnuna kann gerast veruleiki um ikki so langa tíð. Tað var tó amerikanski nobelvinnarin í búskapi, Paul Krugman, sum skrivaði í mars, at ringast hugsandi oljuprísurin fór at gerast 372 dollarar fyri tunnuna. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder