Innanlands

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

Sjey nýggir oljutangar verða bygdir í Søldarfirði - rúma 20.000 rúmmetrar tilsamans

2026-06-04 16:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Oljufelagið Effo fer nú at byggja stóra orkugoymslu í Søldafirði. Verkætlanin fer at økja um goymslukapasitetin og styrkja um kappingarføri hjá Effo. Harumframt styrkir nýggja orkugoymslan hjá Effo munandi um veitingartrygdina hjá føroyingum. Talan er um Føroya størstu oljutoymslu, skrivar oljufelagið í tíðindaskrivi.

Effo hevur í dag skrivað undir avtalu við Articon og Mest um at byggja orkugoymsluna.

Effo hevur veitt føroyingum orku í meira enn 100 ár, og brynjar seg til framtíðina.

- Vit fegnast at hava fingið eina føroyska loysn til verkætlanina, og at avtala er gjørd við Articon og Mest. Effo er eitt føroyskt orkufelag, við føroyskum íleggjarum. Vit ynskja sjálvsagt at brúka føroyskar veitarar, treytað av at veitingin er kappingarfør í prísi og dygd. Tað eydnaðist í hesum føri, og tað fegnast vit um. Vit eru sera spent uppá verkætlanina, tí hetta er ein tann størsta íløgan í søgu felagsins, og tí orkugoymslan er eitt týðandi stig at brynja okkum til framtíðar orkutørvin í Føroyum, sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo. 

[object Object]
Frá vinstru Sunnvard Andreasen, Articon, Gunnar Nielsen, Effo, og Mouritz Mohr, Mest

Orkugoymslan verður bygd, so hon er brynjað til framtíðina. Talan er um sjey tangar á tilsamans 20.000 rúmmetrar. Í fyrstu atløgu fer goymslan at rúma gassolju, diesel, bensin og jetfuel.

Byrjað verður upp á arbeiðið longu í august. Orkugoymslan verður liðug og tikin í rakstur við árslok 2027. 

Fakta:

  • 7 tangar
  • 3 tangar á 5000m3og 4 tangar á 1250m3
  • Nýggja goymslan fer í rakstur við ársskifti 2027/28
  • Tal av starvsfólkum, sum fara at arbeiða við verkætlanini 80 stk
  • Effo hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá D.D.P.A (Det Danske Petroleums Aktieselskab) í 1918.
  • Kom á føroyskar hendur tá felagið bleiv keypt frá Statoil í 2007. Sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag.
  • Fekk navnið ”Effo” í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag.
  • P/F Effo eigur helmingin í Vindrøkt. Vindrøkt eigur Gellingarklett, sum framleiðir 100 GWT árliga. Vindrøkt vóru teir fyrstu sum í 2003 settu vindmyllur upp í Føroyum á vinnuligum grundarlagi. Verandi vindmyllulund á Mýrunum í Vestmanna framleiðir orku svarandi til nýtsluna hjá uml. 1.250 sethúsum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder