Innanlands

Vinnuvitjan úr Hetlandi

Umboð fyri havnina í Lerwick í Hetlandi  og vinnufyritøkur har kunna seg um føroyskt vinnulív og samstarvsmøguleikar

Olju- og gassvinnan eins og varandi orkuvinnan hava stóran týdning fyri hetlendska grannan, og her hevur havnin í Lerwick ein týðandi leiklut.

Olju- og gassvinnan eins og varandi orkuvinnan hava stóran týdning fyri hetlendska grannan, og her hevur havnin í Lerwick ein týðandi leiklut.

2026-06-08 13:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag koma fleiri framstandandi vinnulívsfólk í Hetlandi á vitjan í Føroyum. Tað er byggifelagið Articon, sum hevur boðið teimum til Føroya at síggja umstøðurnar her. Oddamaður í ferðalagnum er eingin minni enn ovastin fyri ta so týðandi Lerwick Harbour, Chief Officer Calum Crains.

Havnin í Lerwick er ein tann mest týðandi lívæðrin í hetlendska samfelagnum fyri ikki at siga sjálvt hjartað. Hon stendur fyri stórum parti av menningini av hetlendska samfelagnum. Harumframt vera umboð fyri fleiri týðandi vinnulívsfyritøkur við í forkunnuga ferðalagnum. 

[object Object] Í hetlendska ferðalagnum, sum vitjar í Føroyum, er m.a. kendi ovastin í havnini í Lerwick, Calum Crains. 

Í Føroyum fara gestirnir m.a. at vitja Articon og fáa innlit í stóra virksemi hjá felagnum í føroyska samfelagnum og umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi millum oyggjalondini. Nýggju eigararnir og  leiðslan í Articon ynskja umframt at halda fram við  sínum virksemi í Føroyum eisini at hyggja eftir nýggjum avbjóðingum og møguleikin bæði heima og uttan fyri landoddarnar.

Hetta er so eisini í tráð við tað, sum føroyingar flest ynskja - nevniliga eitt tættari samstarv og samband millum oyggjarbólkarnar í Norðuratlantshavi eins og við Bretland sum heild. Hetlendska vitjanin kann sigast at vera enn ein leikur í hesi spennandi gongd. 

[object Object]

Hetland hevur eisini víst stóran áhuga fyri gongdini í Føroyum m.a. í sambandi við útbyggingina av undirstøðukervinum við undirsjóvartunlum, sum binda oyggjar saman. Hetlendingar dylja heldur ikki fyri, at teir hava nógv at læra av føroyingum og gongdini her, bæði tá tað snýr seg um undirstøðukervið og vinnulív sum heild. Men teir vilja eisini fegnir hava føroyingar at síggja møguleikar í teirra egna heimlandi. 

Nýggja leiðslan í Articon, sum fegin vil lata nýggjar hurðar upp, heldur, at tvey granna-oyggjalond sum Føroyar og Hetland hava bæði nakað at læra av hvørjum øðrum eins og fáa íblástur til at menna samstarvið á fleiri økjum tað verið seg innan fiskivinnu, oljuvinnu, varandi orku, útbúgving eins og útbygging av øllum samfelagnum. Tað er í hesum góða anda, at Articon nú leggur fyri við at vísa vinnu og myndugleikum hjá okkara næsta granna nakað av tí, sum Føroyar hava at bjóða fram og harvið vera við til at byggja brýr millum bæði samfeløgini.  

[object Object]Hetlendingar gera nógv fyri at fjøltátta vinnuna og útbyggja samfelagið. 

Hetlendsku umboðini koma til Føroya í dag og fara heimaftur hósdagin. Í Føroyum fara tey at vitja ymsar fyritøkur eitt nú Smyril Line, Mest, Elementvirkið á Sundi, Havsbrún fyri bert at nevna nakrar. 

[object Object]

[object Object]Umboð fyri Jarðfeingi og FOÍB kunna leiðslu í Articon um oljuleiting og oljuvirksemi annars. Á fundinum er eisini umboð fyri ráðgevarafyritøkuna Baldur. 

Eins og í Føroyum bíða tey í Hetlandi eisini eftir, at bretska stjórnin skal geva loyvi til oljuframleiðslu á stórum olju- og gassleiðum so sum Rosebank, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.

Hetlendingar hava drúgvar royndir við oljuvinnu og kunnu tí geva eina hjálpandi hond, nú føroyingar síggja fram til, at virksemið við Førpyar og eystan fyri markið vónandi fer at vaksa. Til tess at vera betri ílætin til eina møguliga komandi olju- og gassvinnu beyð Articon tí herfyri umboðum fyri Jarðfeingi og FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólk) at leggja fram tað nýggjasta innan oljuleiting eins og oljuvirksemi eystan fyri Føroyar. 

[object Object]Risastóra oljuframleiðsluskipið "Petrojarl Rosebank", sum nú er bundið fast í havbotnin millum Føroyar og Hetland, har tað skal framleiða olju og gass komandi 20 árini. Tað fer at geva bæði føroyskum og hetlendskum fyritøkum møguleikan at veita vørur og tænastur og kann samtíðis gerast ein lopfjøl inn í nógv annað virksemi á Atlantsmótinum, her eisini varandi orkumøguleikar so sum elektrifisering av oljupallum frá vindorkulundum í økinum millum Føroyar og Hetland.  

Enn ein vinna, sum uttan iva eisini fer at verða umrødd undir vitjanini, er rúmdarvinnan, sum hevur tikið seg upp í Hetlandi. Eisini her kunnu vera møguleikar fyri samstarvi millum oyggjabólkarnar báðar. Tað eins og nógv annað fingu føroysk vinnulívsfólk oo. eisini innlit í, tá tey vitjaðu í Hetlandi í fjør undir leiðslu av táverandi landsstýrismanninum Bjarna Kárason Petersen. 

[object Object]Føroyskt ferðalag við vinnulívsfólki og landsstýrismanni vitja í Hetlandi í mars 2025. Myndir Jan Müller

[object Object]Calum Crains, havnaovasti í Lerwick tekur ímóti føroysku gestunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder