Innanlands

11 prosent av persónbilunum hava el-motor

Størsti vøksturin hetta fyrra hálvárið í ár er tó á sokallaðum hybridbilum, vísa hagtøl frá Akstovuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-09 09:32 Author image
Ingi Samuelsen

Knapt 11 prosent av persónbilunum, sum koyra á føroysku vegunum eru nú elriknir. Nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni, galdandi pr. 1. juni 2026, vísa, at tað tað nú eru skrásettir 3.119 elriknir persónbilar í Føroyum. Hetta er ein vøkstur á yvir seks prosent í mun til 1. januar, tá talið av elriknum persónbilum var 2.941.

Men stóri vøksturin er á sokallaðum HEV-bilum, tað eru hybrid-bilar, sum koyra bæði upp á el og bensin.  1. juni vóru skrásettir 2.398 bensinHEV persónbilar, og tað er ein vøkstur á heili 12,9 prossent í mun til 1. januar í ár.

Um allir el-bilar verða taldir við – her tosa vit um hybrid- og plug-in-hybridbilar við bæði bensin og diesel motori, so er tað næstan 22 prosent av øllum persónbilunum, sum heilt ella lutvíst hava el sum drívmegi.

Hetta sæst eisini aftur á tølum fyri bensin- og dieselbilar. 1. juni í ár vóru tað 93 færri bensinbilar (persónbilar) enn 1. januar. Talið av diesel persónbilum minkaði við 98 – 111 tilsamans upp á eitt hálvt ár.

1. juni í ár vóru tilsamans 43.184 akfør av øllum slagi skrásett í Føroyum – gott 400 fleiri enn við ársbyrjan. Av teimum vóru 17.636 bensinbilar, 14.224 dieselbilar, 3.353 el-riknir og 2.403 bensin/hybrid. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald