Uttanlands

Oljuprísur lækkar nógv eftir vónir um avtalu

Amerikanski forsetin sigur, at avtala við Iran er á gáttini

2026-06-12 14:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuprísurin lækkaði í morgun við góðum 8% til umleið 86 dollarar fyri tunnuna. Tað hendi eftir, at amerikanski forsetin Donald Trump gjørdi greitt, at ein avtala við Iran er sera nær. Í gjár hótti forsetin annars við at fremja stórálop á Iran, um landið ikki góðkendi amerikanska uppskotið til eina friðaravtalu.

Hóast støðan enn er óviss, so skal almenna iranska tíðindatænastan hava sagt, at teksturin til eina rammuavtalu er komin undir land. Sambært henni skal USA lata upp fyri sanktiónum móti Iran.

Trump sigur, at partur av avtaluni er eisini, at Iran bindur seg til ikki at fara undir at byggja kjarnorkubumbur. Partur av avtaluni er so eisini, at tað verður latið upp fyri siglingini í Hormuz sundinum. Altjóða hjálparstovnar siga annars, at støðan í sundinum er við at gerast heilt vónleys, nú so mong skip ikki sleppa at sigla gjøgnum sundið.

Greinarafyritøkan Rystad sigur annars sambært E24, at ger Trump álvara av sínum hóttanum at fremja stórálop á Iran aftur, hvat hann gjørdi í gjár, so kann oljuprísurin fara upp í loft til 150 dollarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder