Uttanlands

Japanar stóran áhuga at gera íløgur í skotska havvindorku

Hetta kann skapa túsundtals nýggj arbeiðspláss

2026-06-16 18:01 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað hevur higartil gingið striltið at fáa veruliga gongd á útbygging av flótandi havvindmylnuorku hjá okkara næsta granna Skotlandi, hóast flestu metingar og greiningar vilja vera við, at júst havøkið Norðsjógvurin - út fyri Skotland er tað best egnaða til flótandi havvindorku í heiminum. Nú tykist tó at vera komin vend í.  Japan hevur nevniliga kunngjørt, at tað fer at gera íløgur í flótandi havvindmylnuorku í Bretlandi uppá 100 mia. kr. Talan er um eina avtalu millum bretsku og japonsku stjórnirnar at byggja út 5,9GW havvindorku í Bretlandi. 

Íløgan er partur av Offshore Wind Compact, sum er undirskrivað millum londini bæði og ment í samstarvi við almenna bretska orkufelagið GB Energy.

Sambært bretsku stjórnini fara 5,9 GW av verkætlanum innan flótandi havvind at fáa gagn av íløguni, millum annað skotsku verkætlanirnar Ossian og Green Volt, umframt Erebus-verkætlanin í Keltiska havinum, skrivar skotski miðilin Energy Voice. 

Japan hevur longu stóran leiklut í bretska geiranum fyri flótandi havvind. Japanska fyritøkan TEPCO, Tokyo Electric Power Company er partur av Flotation Energy, sum er annar helmingurin av menningarpartinum aftan fyri týdningarmiklu Green Volt-verkætlanina. Hon verður væntandi heimsins fyrsta flótandi vindmyllulund av sínum slag, tá hon fer at lata fyrstu orkuna í 2029.

Týðandi leiklutur hjá flótandi vindorku

Flótandi havvindorka er avgerandi fyri japonsku ætlanirnar um reina orku. Stórur partur av japonsku sjóøkjunum er ov djúpur til fastbotnaðar vindmyllulundir, og tí verður mett, at flótandi vindorka fer at standa fyri millum ein triðing og helming av japanska málinum um 30–45 GW av havvindorku fram til 2040.

Fyri at røkka hesum máli er neyðugt, at japonsk feløg fáa royndir við at menna og reka flótandi havvindarverkætlanir sum eitt nú tær í Bretlandi skrivar Energy Voice. 

Bretski forsætisráðharrin Keir Starmer hevur áður fegnast um samstarvsavtalur við Japan.

Íløgan upp á 9 milliardir pund í havvind kemur aftrat eini aðrari íløguavtalu upp á 9 milliardir pund til undirstøðukervið. Avtalan varð gjørd, tá Keir Starmer hitti japanska forsætisráðharran undan G7-fundinum í Évian-les-Bains.

Eftir fundin segði Starmer:

“Hesar søguligu avtalurnar fara at føra við sær íløgur upp á fleiri milliardir pund í Bretlandi, skapa tíggjutúsundatals nýggj størv og seta gongd á nýggja menning.

Sum G7-búskapir og tættir trygdarpartnarar arbeiða vit saman við Japan um nakað av mest nýskapandi tøknini í heiminum. Vit gagnnýta tað besta úr bretskari og japanskari gransking og vinnu fyri at skapa vøkstur og trygd í øllum pørtum av Bretlandi.


Kelda: Energy Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder