Hetta veit NRK at siga frá. Avtalan, sum er ein rammuavtala, kemur í gildi beinanvegin og hevur við sær, at Hormuz sundið verður latið uppaftur fyri skipaferðsluni. Londini hava avtalað at brúka komandi 60 dagarnar at finna fram til eina endaliga avtalu, sum fevnir um nærum allar spurningar, sum hava skilt USA og Iran frá sanktiónum til kjarnorku.
Trump skal hava undirskrivað avtaluna, meðan hann er á vitjan í Fraklandi á fundi hjá G7 londunum.
Ein avleiðing av avtaluni er tann, at oljuprísurin er lækkaður aftur og er í løtuni góðar 77 dollarar fyri tunnuna. Innan kríggið byrjaði og Hormuz sundið varð stongt var prísurin góðar 60 dollarar. Tá prísurin var hægstur var hann umleið 120 dollarar.
Millum punktini í avtaluni er m.a., at Iran skal fáa loyvi aftur at selja sína olju á heimsmarknaðinum eins og sanktiónir annars móti Iran verða tiknar av. Eisini skal niðurfrystur peningur hjá Iran flytast aftur til Iran. Eisini verður endurbygging av Iran nevnt í avtaluni og vísir Iran á, at USA og lond í Miðeystri skulu betala 300 mia. dollarar í ein grunn.
Iran skal afturfyri binda seg til at minka um menningina av kjarnoku til friðalig endamál og binda seg til, at hon ikki verður brúkt til at menna kjarnorkuvápn. Hetta seinasta er tó sera ivasamt, tí parturin um kjarnorku verður eisini nevndur sum partur av komandi samráðingunum.
Flest allar viðmerkingar til avtaluna seta stórt spurnartekin við hana og siga, at USA er stóri taparin. Iran hevur fingið nærum alt við tað hevur kravt. Sambært avtaluni skal Ísrael eisini gevast við krígnum í Libanon. Um hetta fer at henda er tó sera óvist.
Hóast tíðindini um, at Hormuz sundið verður latið uppaftur, so er framvegis stór óvissa orsakað av, at londini fyrr hava prógvað, at tey ikki halda gjørdar avtalur. Stóru reiðaríini siga seg vera í eini bíðistøðu. Eisini spøkir spurningurin um mongu iransku minurnar í flógvanum, sum framvegis er ein hóttan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald