Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.
Sum ein liður í tí, hevur býráðið nú samtykt at játta pengar til at fleiri kommunalir bygningar fáa eina sólorkuskipan.
Fimm bygningar afturat við sólorkuskipan
Í dag hava tríggir bygningar longu eina sólorkuskipan. Umsitingin hevur verið runt í kommununi og kannað ymiskar bygningar, sum møguliga eisini kundu verið egnaðir. Kravið til eina sólorkuskipan er, at tekjan er rímiliga nýggj og nóg sterk til at festa sólorkupanelir á. So er eisini neyðugt, at tekjan vendir rætt í mun til sólina, so skipanin kann framleiða so nógva orku sum møguligt.
Umsitingin fann fimm bygningar afturat teimum trimum, sum longu hava fáa orku frá sólini, sum høvdu verið væl egnaðir til eina sólorkuskipan.
1. Dagstovnurin Sólareyga
2. Dagstovnurin á Velbastað
3. Nólsoyar skúli
4. Látrið í Nólsoy
5. Margarinfabrikkin
6. Dagstovnurin í Øksnagerði
7. Býlingshúsið á Ternuryggi
8. Fimleikahøllin í Kollafjarðar skúla
Tríggir av teimum hava sum nevnt longu eina sólorkuskipan, og tær skulu víðkast. Hinir fimm bygningarnir hava onga sólorkuskipan sum er, men tað verður nú broytt.
Bygningarnir hava eina samlaða vídd á 1711 fermetrar.
Býráðið hevur samtykt at játta 5,2 mió. kr. til verkætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald