2026-06-20 11:22
Hetta var ein av boðskapunum, sum teir tríggir kvinnuligu jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi, høvdu við sær heimaftur til Føroya eftir at hava luttikið á stóru altjóða olju- og gassráðstevnu, Eage í Aberdeen í farnu viku. Jarðfeingi luttók við egnum bási og høvdu tey eisini. Føroyska manningin á ráðstevnuni var Barbara Biskopstø Thorsteinsson, Óluva Eidesgaard og Jana Ólavsdóttir.
![]()
Endamálið við luttøkuni var fyrst og fremst at røkja og víðka um tað stóra altjóða netverkið innan olju- og gassvinnuna. Á ráðstevnuni hevði Jarðfeingi høvi at hitta og tosa við bæði kend og nýggj oljufeløg, umframt bretsku myndugleikarnar NSTA.
Eitt evni, sum nógv varð tosað um, var framvegis óvissan kring Rosebank-verkætlanina. Væntað verður, at endaliga avgerðin um loyvið fellur seinni í ár.
Í samrøðunum við oljufeløgini varð tosað um møguleikarnar á føroyska landgrunninum, herundir jarðfrøðilig viðurskifti, loyvistreytir og skattareglur. Nøkur feløg hava longu atgongd til dátur úr økinum, meðan onnur sýna áhuga fyri at læra meira um møguleikarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald