Innanlands

Lýsingarátak um sjóvarfalsorku í Føroyum vunnið altjóða virðisløn í Cannes

Lýsingarátakið ‘The Faroe Islands Space Program’ um verkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmanna, sum svenska fyritøkan SKF, Minesto og Sev samstarvaðu um, og sum lýsingarfyritøkan NORD í Stockholm stóð fyri, vann kreativu B2B leyvuna

2026-06-25 10:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og filmsvinnan hevur sínar Oscar og Bafta virðislønir og gallakvøld, hevur marknaðarførings- og samskiftisvinnan sínar.

Cannes Lions International Festival of Creativity er ein fimm daga langur festivalur, eisini kendur sum ‘olympisku leikirnir’ fyri kreativitet, har kappast m.a. verður um bestu lýsingarátøk, filmar v.m. innan fleiri ymisk fakøki.

Lýsingarátakið ‘The Faroe Islands Space Program’ um verkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmanna, sum svenska fyritøkan SKF, Minesto og Sev samstarvaðu um, og sum lýsingarfyritøkan NORD í Stockholm stóð fyri, er tilnevnt í tveimum ymiskum kategorium, og mánakvøldið varð greitt, at átakið hevur vunnið kreativu B2B leyvuna.

Ársins Cannes Lions festivalur verður hildin í suður Fraklandi í døgunum 22. - 26. juni, og átakið The Faroe Islands Space Program hevur sum áður nevnt møguleika at vinna í aðrari kategori eisini. Livst so spyrst.

Sev


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder