Stóri spurningurin, sum í løtuni fyllur allarmest í Bretlandi, eftir avgerðina hjá Keir Starmer at leggja frá sær, er hvussu ráðharralistin hjá helst komandi forsætisráðharra, Andy Burnham fer at síggja út. Tí tann avgerðin kann fáa stórar avleiðingar fyri flest allar bretar. Burnham hevur longu lagt bilett inn til fremsta sessin og enn er ógreitt, um nakar bjóðar honum av. Tó bendir nógv á, at Burnham er nógv best umtóktur millum Labour fólkini. So vit kunnu rokna við, at hann vinnur uttan val, og tað fer so aftur at stytta um tilgongdina við vali av nýggjari stjórn.
Eitt av málunum, sum fær nógva umrøðu í bretskum miðlum í hesum døgum, er spurningurin um framtíðina fyri olju- og gassvinnuna í Norðsjónum. Støðan er tann, at fráfarni forsætisráðharrin hevur latið málið upp í hendurnar á tí sera víðgongda grøna orkuráðharranum Ed Miliband, sum eisini var hann, ið fekk bannað nýggjum leitivirksemi í Norðsjónum, og harvið so gott sum smíðað ein hin seinasta seymin á kistuna hjá oljuvinnuni.
Við Burnham sum nýggjum formanni í Labour hevur bæði vinnan, fakfeløg og andstøðuflokkar sett sítt álit á, at hann fór at loyva stóru útbyggingunum av Rosebank og Jackdaw keldunum og taka av bann móti nýggjari leiting. Hetta byggja tey á, at Burnham at fremja stig, sum kunnu forða Nigel Farrage og hansara Reform UK flokki at vinna næsta val. Eitt av høvuðsmálunum hjá teimum er nettupp at lata dyrnar upp aftur fyri olju- og gassvinnuni. Lokalval í Aberdeen herfyri gav konservativa flokkinum stóran valsigur, nettupp orsakað av rikna orkupolitikkinum hjá Labour, har eisini SNP hevur verið rættiliga lunkað í stuðulinum til vinnuna.
Eygleiðarar siga, at tað kann geva bakslag fyri Burnham, um hann ikki tekur hesi signalini úr Norðurbretlandi í álvara.
Í gjár segði stjóri fyri "British Chambers of Commerce”, Shevaun Haviland við The Guardian, at lat Burnham ikki upp fyri aftur oljukranunum í Norðsjónum fór hetta at kosta uppaftur fleiri arbeiðspláss. Hon vístí á, at tað gevur onga meining at forða fyri egnari framleiðslu í Norðsjónum samtíðis sum tú innflytur dýra olju. Eisini vísti hon á, at tað eru aðrir vegir enn at banna oljuni, at røkka fram til meira reina orku.
Burnham og Miliband
Tað hevur ljóðað, at Burnham og verandi orkuráðharri Ed Miliband eru sera væl og verður gitt, at Miliband er ein av kandidatunum til mest týdningarmikla sessin í stjórinini sum fíggjarmálaráðharri. Hesin hevur fingið alsat fleiri serstakliga innan Labour og stuðlar hjá Burnham at rópa varskó. Nógv eru sera ónøgd við oftani sera víðgongdu framferðina hjá Miliband. Eitt nú í sambandi við “net-zero” krøvini.
Fleiri røddir í fíggjarsektorinum og í handilslívinum eitt nú stórir íleggjarar ávara um at seta Miliband í sessin sum høgra hond hjá Burnham. Tey vísa eisini á, at skal Burnham megna at savna flokkin og her serstakliga veljararnar á gøtuni, so kann tað gerast ein trupulleiki, um hann leggur seg á somu null netto útlátsleið sum Miliband, ið nettupp í løtuni er við at taka arbeiði frá so mongum fólkum í eitt nú olju- og gassvinnuni. Altsamt fleiri stíga fram og siga, at tað ber væl til at stíla móti einum útlátsmáli samstundis sum tú heldur lív í oljuvirksemi í eini skiftistíð.
Ein glotti kann so eisini vera, at ein týðandi Labour limur, fyrrverandi heilsuráðharrin Wes Streeting, sum áður hevur sagt seg vilja stilla upp eftir Starmer, síðani hevur sagt seg vilja stuðla Burnheim, og her verður hildið, at hann tískil kann vera eitt av evnunum til fíggjarráðharrasessin. Sami Streeting segði herfyri, at kom hann í nýggju stjórnina fór hann at gera tað hann er mentur til at fáa gongd á aftur oljuvirksemið í Norðsjónum.
Seinasta, sum nú er hent, er at Ed Miliband skal hava sagt, at hann er fúsur til at loyva útbygginini av Jackdaw gassleiðini í Norðsjónum. Hetta verður tulkað sum eitt tekin um, at hann vil gera nógv fyri at fáa tann so týðandi stjórnarsessin.
So tað eru eisini greinarar, sum halda, at Burnham við síni meira hóvligu og pragmatisku framferð fer at lata í hvussu onkrar hurðar upp fyri sperdu oljuvinnuni og harvið geva loyvi til útbyggingarnar av Rosebank og Jackdaw og eftir tað kanska eisini til aðrar so sum Cambo við føroyska markið.
Við føroyskum grannabrillum kann man gott siga, at ein avgerð í júst hesum “stríðsmálinum” kann hava avleiðingar og týdning fyri Føroyar. Grønt ljós til Rosebank við markið og seinni aftur til Cambo og Tornado keldurnar uppaftur nærri við markið, kann vera við til at seta ringar í sjógvin okkara megin eisini, tvs. at veitaravinnan her kann koma at fáa stórar uppgávur eystan fyri markið umframt at slík jalig gongd kann vera dropin, sum skal til fyri at fáa gongd á aftur leitingina her. Livst so spyrst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald