Russiski forsetin, Vladimir Putin viðgekk um vikuskiftið, at tað er eitt ávíst trot á brennievni í Russlandi.
Orsøkin er ukrainsk álop á oljuverk langt inni í Russlandi.
Tá lopið verður á týðandi undirstøðukervi, og serliga orkuundirstøðukervi, elvir tað sjálvandi til trupulleikar, sigur russiski forsetin.
– Í løtuni uppliva vit eitt ávíst trot, men tað er ikki álvarsligt, sigur hann sambært Ritzau.
Russiska stjórnin arbeiðir, sambært Putin, við at loysa trupulleikan.
Fyrsta uppgávan verður at fáa gongd á framleiðslu av betri loftverjuskipanum fyri at steðga slíkum álopum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald