Uttanlands

Elbilasølan í Danmark setir met

80% av seldu bilunum í Danmark fyrra hálvár vóru elbilar

2026-07-02 17:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Danmark eins og Norra eru tvey av londunum í heiminum, har sølan av elbilum bara gongur tann eina vegin, og tað er uppeftir.

Í Danmark setti sølan eitt søguligt met fyrra hálvár. Umleið 80% av øllum nýggjum skrásettum bilum vóru elbilar. Hetta upplýsir Mobility Denmark.

Tilsamans vórðu 80.704 nýggir elbilar skrásettir fyrstu seks mánaðirnar av 2026, ein øking uppá 41,2% í mun til árið fyri.

Sølan av elbilum var 79,9% av samlaðu bilasøluni og privatir keyparar stóðu fyri 96%.

Orsøkin til vøksturin er grøna orkuskiftið tvs. at fólk vilja heldur hava ein elbil enn ein vanligan bensin og dieselbil og tí politiska skipanin eisini ynskir hesa gongdina. Elbilasølan verður gjørd lagaligari við tiltøkum, sum politisku flokkarnir hava tikið stig til. Eisini er ein partur av orsøkini, at marknaðurin hevur meira at bjóða teimum, sum ynskja sær elbil.

Sí niðanfyri yvirlit yvir mest seldu elbilarnar í Danmark í 2026. Kelda Mobility Denmark og bilstatistik.dk:

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder