Uttanlands

Týskland: Ukraini ákærdur fyri krígsbrotsverk í sambandi við Nord Stream-spreinging

Talan er um ein mann, sum hevur verið í ukrainska herinum

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-02 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ukrainskur ríkisborgari er ákærdur fyri krísbrotsverk, tí hann skal hava havt ein leiðandi leiklut í spreingingini av Nord Stream-gassleiðingum í Eystrasalti í 2022, upplýsir týski ríkisákærin sambært Ritzau.

Maðurin, sum er fyrrverandi yvirmaður í ukrainska herinum, er eisini skuldsettur fyri "órógv av almennum veitingum" og "spreinging og oyðilegging av bygningum".

Sambært ákæruritinum var hann, saman við fleiri øðrum, sum eru undir illgruna, við til at flyta stórar nøgdir av brennievni til eitt økið nærindis Bornholm. Síðani varð spreingievnið fest í gassleiðingarnar undir havinum.

Hann varð handtikin í august í fjør nærindis italska býin Rimni og síðani útflýggjaður til Týsklands í november í fjør. Hann hevur verið varðhaldsfongslaður í Týsklandi síðan.

Tá gassleiðingin varð sprongd fyri nærum fýra árum síðani, var maðurin í ukrainska herinum. Hann hevur áður noktað seg sekan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder