Uttanlands

ES innflytur meira russiskt gass

Hóast sanktiónir og fullkomið forboð móti innflutningi av gassi úr Ruslandi innan eitt ár keypa ES lond meira russiskt gass

2026-07-07 13:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Sambært orkueftirlitinum í ES, ACER, er innflutningurin av gassi úr Ruslandi vaksin tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár. Vøksturin av rørleiðingsgassi er vaksin við 7%, meðan innflutningurin av flótandi gassi (LNG) við skipum er vaksin við 11%. Hetta skrivar danska blaðið Århus Stiftstidende sambært Euronews. Innflutningurin setti met í apríl og mai. Av samlaðu nýtsluni av gassi í ES koma 12% úr Ruslandi.

Flestu ES londini hava tó minkað um innflutningin av russiskum gassi, síðani landið gjørdi innrás í Ukraina í 2022 við undantaki av Ungarn, Slovakia og Grikkalandi.

Serstakliga Ungarn og Slovakia fara at fáa ein stóran trupulleika, tá totalbann verður sett í gildi móti russiskum rørleiðingsgassi, tí londini hava ikki atgongd til havnir, sum taka ímóti flótandi gassi úr eitt nú USA. Nærum 80% av teirra gasstørvi verður nøktaður við gassi úr Ruslandi. Fyri Grikkaland er talan um 50%.

[object Object]

ES gjørdi í mars av at seta í verk fullkomið bann móti gassi í rørleiðingum úr Ruslandi frá januar 2027 og bann móti flótandi gassi frá september 2027. Endamálið við banninum er at forða peningastreymi úr ES til Ruslands, sum brúkar inntøkurnar til at halda fram við krígnum í Ukraina.

Nú gass úr Ruslandi verður bannað økist innflutningurin av flótandi gassi (LNG) úr USA, Algier og Qatar. Eisini Rumenia økir um sína framleiðslu av gassi í Svartahavinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder